Tað siga tey í morgunsendingini á Rás2.
Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur rættiliga dubbað seg við øli seinastu tíðina. Bæði bryggjaríini eru við – Føroya Bjór, sum deilir nevndarformann við Kringvarpsstýrið, og nýggja bryggjaríið, Okkara.
Sponsorpengar fylla meira og meira í Kringvarpinum. Onkur av leysu free-lance'arunum er sloppin at finna egnar sponsorar fyri at fíggja sína egnu løn, og enntá mátti Kringvarpið takka P/F Poul Michelsen fyri at gera tað gjørligt at hava eina »syngið føroyskt« løtu í Kringvarpshøllini.
Mánamorgunin vórðu fólk vakt við, at Kringvarpið lutaði burtur ølkassar, og gjáramorgunin vóru øldrekkarar í útvarpsstovuni og drukku sterkt øl frá høvuðssponsorunum hjá Mentamálaráðnum/Kringvarpinum, Føroyar Bjór og Okkara.
Hóast vit hava verðins strangastu rúsdrekkalóg, so vita tey hjá politinum ikki, um tað er lógligt at reklamera so nógv fyri sterkum øli – og at burturluta sterkt øl til børn sum gomul, sum Kringvarpið ger. Kanska onkur av talibanunum í løgtinginum hevur onkra meining um tað.
Men hvorom alting er, so er tað sjálvandi bara meint í skemti, tá tey á Rás2 lova at burturluta plattar av øli. Men tað er ikki skemt meira, um Bjørn Kalsø heldur, at tað er øl sum skal til, fyri at privati miðilin skal hava fatur á public service pengunum. Tá Mentamálaráðið ikki vil lova privatu miðlunum at hava handilslýsingar í friði, so má hann eisini býta út av public service pengunum til tey privatu, tað sigur seg sjálvt!
Skál fyri Kringvarpinum!