veit ikki, hvat yvirlæknarnir eru vorðnir samdir um, men felagið hevur fingið uppskotið, við áheitan um at gera viðmerkingar. Vit hava júst svarað sjúkrahúsleiðaranum í hesi viku, har sagt verður, at vit [...] yvir sær sjálvum og sostatt sita báðu megin borðið. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, grundað á, at eitt fólk ikki kann sita í tveimum fulltíðarstørvum. Joan Ziskason heldur, at um leiðslan á sjúkrahúsinum skal
vit eru eitt sindur stagneraðir í Føroyum. Á Jersey taptu vit móti Gotlandi fyri fyrstu ferð nakrantíð, og Ísland hevur eisini ment seg sera nógv. Og so eru tað sjálvandi Áland og Saaremaa, sum eru eitt [...] seriøst. Og Fram hevur eisini eitt gott lið, hoast teir kanska eru viknaðir nakað. Hinvegin hevur Mjølnir mist sera nógv fólk, og tað merkist. Vit eru væl fyri á nógvum økjum, men fyri at siga tað sum tað er [...] føroyskir flogbóltsspælarar, sum eru komnir so langt sum 32 ára gamli Klæmint Isaksen. Klaksvíkingurin, sum í dag er venjari hjá Fleyr, hevur spælt flogbólt í út við 20 ár, og hesi árini hevur hann m.a. upplivað
skuldi hækka úr 30 uppí 35%. Av hesum broytingum fekk landsstýrið 10 milliónir meiri at ráða yvir hesi bæði árini og tann peningurin skuldi brúkast til at nøkta tørvin á barnaansing. Tí var misnøgdin stór [...] øki verða heilt offrað. Annars vísir hon á, at landsstýrið hevur brúkt meiri pengar enn vanligt til hesi endamálini. ? Telja vit tað 1,5 milliónina, sum ætlanin er at seta av komandi ár, hava vit brúkt fimm [...] Men eg haldi heldur ikki, at tað ber til at føra politikk uppá henda mátan, at landsstýrismenn ganga hvør sær og gera avtalur, sum binda komandi landsstýrið fleiri ár fram í tíðina. ? Tað ber ikki til at
in hevur viðført, at fólk ikki longur eru so staðbundin, sum tey t.d. vóru fyri 30 árum síðani. Úrslitið er, at útjaðaraøkini hava stórar trupulleikar við at tryggja sær, at fólk við servitan (útbúgving) [...] altjóða búskapinum, har vit bert hava lønarlagið at kappast við. Hesa kappingina eru vit dømd til at tapa, uttan so at vit eru til reiðar at skerja lønarlagið so mikið, at vit eisini í samfelagsligum týdningi [...] samstarva o.s.fr. Lyklahugtøkini í samband við innovasjónir og nútímans vinnulív eru sostatt ikki kapitalur og rávøra (sum annars eru tey einastu hugtøkini, ið hugsað verður um í Føroyum), men menniskjaligir
undrandi fjøld, at eftir eru fýra skip, restina hevur hann so hvørt verið noyddur at krøkja av, helst við ringum tannabiti. Ikki fyrr enn nú faá vit at vita, hvørjar grundirnar eru til at so lítið er komið [...] niðurstøðurnar av hesi alt ov rættu meting hansara, ið man vera tann skilabesta, hann higartil hevur gjørt í øllum málunum. Í staðin fyri í minsta lagi at gevast, tá hann fekk rætt í hesi metingini við l [...] løgreglumenn út um landið at róta í hvørjum skápi og undir hvørjari song og síðan krevja, at hesi somu fólk skulu vera til reiðar at fara í »fornuftig dialog« við seg. Sjálvur kann eg vátta, at síðan ta
fyri bókini fáa ummælini so øgiliga stóran týdning. Uttan mun til, hvussu tey eru. - Eg havi altíð sent míni handrit út til fólk, eg havi álit á, biðið tey um at lisið handritið ígjøgnum og givið mær kritikk [...] tey eisini fólki fyri tænastuna. Hetta átti at verið ein fastur táttur á øllum forløgum. Tað eru altíð fólk, sum ikki vilja hava nakran at hyggja handritini ígjøgnum, og somuleiðis altíð konsulentar, sum [...] hjá føroyskum rithøvundum als ikki kunnu samanverast við hvussu umstøðurnar eru aðra staðni. Í Føroyum arbeiða skrivandi fólk í brotum. Tú sleppur aldri longri inn í tekstin enn tíðin loyvir tær. Og tað
Dunga. - Upptøkutreytirnar eru ikki nóg góðar og hóast tær eru har verða tær ikki fylgdar. Tað síggi eg hvønn dag eg koyri framvið stovnunum. Býtið er ikki rættvíst. Dømi eru um børn, sum hava fingið pláss [...] sum bjóðar seg fram. Alt loysnir, ið kanska duga eina stutta tíð. Og so eru foreldrini úti í svartloysinum og vónloysinum aftur. Hvør kann ansa barninum í morgin. Í fimmaranum í útvarpinum mikudagin hoyrdu [...] inn skal tað vera føtt í desember, januar ella februar. Hvat við børnunum, sum eru fødd mitt ímillum. Eg havi hoyrt fólk sagt, at tey tora ikki at fáa sær fleiri børn, tí tey vilja ikki ígjøgnum hetta
hondbólturin skal verða ein seriøs ítróttargrein og eitt alternativ til fótbóltin. Men tað eru ikki øll sum eru heilt samd við Rógva Nielsen um avrikið hjá dómarunum í Klaksvík sunnudagin. Ein teirra er [...] henni tykti synd í dómarunum til tíðir. ? Hon hevur rætt í, at tað eru tveir dómarar, sum hava »format« til at døma í fyrstu deild, og tað eru Hjalmar og Kristian. Men hví ger HSF ikki meira fyri at fáa aðrar [...] í fyrstu deild. Hann heldur tað ikki vera rætt, at tað eru teir ymsu spælararnir í fyrstu deild, sum ferðast kring landið og døma dystir hjá hvør øðrum, tí tað verður ikki nóg gott. Hallur vísir eisini
nøkunlunda forsvarligum grundarlag. So vit aftaná, sama hvør avgerðin verður, kunnu siga, at hetta var veruliga tað, sum fólk vildu. At fáment fakfeløg eru veikari enn fjølment fakfeløg er ein myta. Eitt nú [...] Tað veldst bara um, hvussu høgt stovnsleiðslurnar og blaðleiðslurnar (sum eru limir í Blaðmannafelagnum) virðismeta síni fólk. Um tær koma eftir, at eftirspurningurin eftir fólki er stórur og lønirnar [...] Styrkin hjá einum fakfelag er ikki limatalið. Hon er eftir tí, hvussu ómissandi limirnir í felagnum eru hjá arbeiðsgevaranum og/ella samfelagnum. Tað er gleðiligt, at nevndin í Blaðmannafelagnum hevur fingið
Niclas Johannesen Mánadagin 23. november eru tað liðin 30 ár síðani plátan The Beatles ? vanliga kallað The White Album kom út. 25 milliónir eintøk eru seld síðani 1968. Og nú verður fyri vist ein hálv [...] McCartney koyrdu fyri tað mesta hvør í sínum lagi sítt ígjøgnum. Teirra sangskrivarasamstarv var fyrst og fremst eitt eiti. Nú skrivaðu teir næstan øll løgini fullkomiliga hvør í sínum lagi, hóast undantøk [...] upprunaliga plátan við bókstavunum The Beatles settir í relief á hvíta umslagnum. Ein hálv millión eintøk eru gjørd, men tað er sera ivasamt, hvussu nógv lenda í Føroyum, tí Danmark fær bert sendandi 1000 eintøk