Og tá so er, so er bara eitt at gera, tað er at vóna og hyggja aftur og aftur eftir forsøgnunum, um tær ikki munnu fara at broytast til tað betra. Tað gera tær ofta, og tað gera tær eisini fyri ólavsø [...] Men vit vita øll, at veður má sær ráða, men útlitini fyri eini rímuliga turrari ólavsøku eru batnað sambært forsøgnunum seinastu dagarnar. Í skrivandi stund boðar norska yr.no frá, at tað verður turt ó [...] kvøldið. Men enn eru hetta bara forsagnir, sum er nógv batnaðar seinastu dagarnar – og so er bara at vóna, at tær batna eitt sindur meira, so vit fáa gott ólavsøkuveður.
er byrjað, og mangt bendir á, at fuglurin í stórum tali enn ikki er komin á sjógvin. Um viðrar hesa vikuna og komandi vikuskiftið, er væntandi, at meira fuglur verður at síggja, tá vit koma út í mánaðarskiftið [...] ymiskt, hvørjar umstøðurnar eru. Tað er ikki tað sama at fara úr eitt nú Hvannasundi suður í Svínoyarfjørð ella norður um Enniberg, sum tað er at fara úr miðøkinum í Føroyum og norður. Nærri tú ert góðari [...] leygardagin, og hetta bendir á, at enn eru vit ikki komin út í bestu nátatíð. Um viðrar, kann nátungi takast á sjónum til umleið eina viku inn í september, men tá krevst, at veðrið er gott.
og hesar fara at snúgva seg um nærveidda, føroyska fiskin. Útróðrarbátur í Klaksvík veitir feskan, heilan fisk til høvið, og luttakararnar fara at læra um burðardygga veiðu og matgerð, at handfara og skera [...] føroyskan mat. Endamálið við verkætlanini er at fremja áhugan fyri staðbundnu rávørunum og økja tilvitanina um mathandverkið, t.v.s bæði fakligu og fysisku førleikarnar at handfara rávørurnar. Undirvíst verður [...] hvussu mann gagnnýtir allan fiskin á lættan og leskiligan hátt. Málið er, at eftir lokna verkstovu kenna luttakararnar seg albúnir at handfara og gagnnýta heilan fisk. 16. mars er verkstova um fisk fyri vaksin
So væl ansaði hann eftir, at dóttirin ikki slapp út, at tað vóru átta hurðar, sum farast skuldi ígjøgnum. Tað var ikki fyrr enn tað eina barnið gjørdist álvarsliga sjúkt, at Josef Fritzl loyvdi dóttrini [...] vorðin minnisveikur, og verjin heldur, at hann er eingin hóttan longur. Ein nýggj sálarlig greining er gjørd av Josef Fritzl, og sum skilst staðfestir greiningin, at hin ikki longur er nøkur hóttan. Síðan [...] sálarsjúku. Verjin, Astrid Wagner, sigur seg vera sannførda um, at Josef Fritzl angrar sínar gerðir, og við Sky News sigur hon seg vóna, at hin 88 ára gamli kann verða fluttur á eitt røktarheim.
og vit fara at gera alt okkara til, at vit sleppa til HM-endaspælið. Sigur Pætur Mikkjalsson í stuttari viðmerking til in.fo. Kekkia, Montenegro ella Norðurmakedonia hevði verið spennandi at spælt ímóti [...] evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið. Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt [...] Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Pætur Mikkjalsson: - Uha hatta eru alt sera sterkar tjóðir. Vit hava kanska størsta møguleikan til at koma víðari, um vit møta Kekkia
eg haldi at øll fingu nakað burtur úr, sum tey samstundis kunnu taka við sær víðari á venjaraleiðini. Tað er eisini at fegnast um, at tað eru so mong, ið fáast við at venja børn og ung, og at tey taka [...] m hjá honum var, at vanligu avleveringsspøl uttan mótstøðuspælara, har rættningur og avgerðin er tikin fyri spælaran, er av tí ónda. Hann helt fyri, at ungu í størri mun skulu læra at avlevera og taka
brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir. Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og MEST, og málið hevur verið at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar [...] Varðanum gleðast um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum. MEST hevur áður bygt frystitrolarar og hava fyri stuttum bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra – so vit valdu MEST at standa fyri [...] beint eftir at hava skrivað undir seinnapartin í gjár. Tað var ein ovurfegin Mouritz Mohr, sum í dag undirskrivaði sáttmálan við Varðan. – Hettar er ein stórur dagur fyri okkum á MEST. At vit í Føroyum
orku frá Vestmanna út til Føroya land alt. Upplagt er, at hesir káplar verða lagdir trygt í tunnilin í staðin fyri at brúka ørandi upphæddir til at grava káplarnar í jørðina. Sparingin er bæði í arbeiðsorku [...] verkætlanini hjá SEV, at halda ein fyrilestur um fyrimunir og vansar, um hesar báðar verkætlanirnar blíva lagdar í eina felags verkætlan. Seinni partur av fundinum verður nýttur at umrøða linjuføringina [...] SEV í Vestmanna skal eftir ætlan verða klár til royndarkoyringar í 2029. Einki er so sjálvsagt sum, at tá skal tunnilin millum Vestmanna og Leynar verða liðugur. Tað mugu verða hópin av fyrimunum, um hesar
myndir og filmsbrot út á vangan. - Tað harmar meg at síggja, at fólk eru so óumhugsin og líkaglað um okkara náttúru. Hetta er tí ein innilig áheitan um at steðga hesum beinanvegin, verður lagt aftrat. Á [...] langt úti! * Hatta er ikki til at skilja! * Havi ikki orð... * Eg helt ikki, at nakar gjørdi tílíkt meir. Hatta er svínarí. * Hatta líkist ongum, og tað líkist heldur ongum, at leivdirnar frá gamla ruskplássinum [...] - Her var einaferð skrellipláss, men tað læt aftur einaferð í 1980-unum. At koyra skrell oman av bakkanum og út í náttúruna hoyrir ikki heima nakrastaðni. Soleiðis skrivar ein avvarðandi bóndi í Æðuvík
við samstarvinum er at geva Eydnudeildini møguleika fyri framhaldandi at skapa menning og góðar upplivingar fyri børn og ung við avbjóðingum og familjum teirra. ”Vit eru errin av at stuðla einum so ein [...] so nógv børn og ung í Føroyum. Vit vóna, at vit sum høvuðsstuðul kunnu vera við til at betra um umstøðurnar hjá Eydnudeildini og somuleiðis kunnu vera við til at gera dreymar teirra til veruleika”, sigur [...] stóra upphæddin gevur okkum í okkara arbeiði at heiðra fjølbroytni og somuleiðis geva øllum okkara stjørnum nakrar fantastiskar upplivingar og møguleika fyri at vera partur av einum felagsskapi”, sigur Morten