- Her var einaferð skrellipláss, men tað læt aftur einaferð í 1980-unum. At koyra skrell oman av bakkanum og út í náttúruna hoyrir ikki heima nakrastaðni.
Soleiðis skrivar ein avvarðandi bóndi í Æðuvík og náttúruelskari á sínum Facebook-vanga í gjár, samstundis sum viðkomandi leggur bæði myndir og filmsbrot út á vangan.
- Tað harmar meg at síggja, at fólk eru so óumhugsin og líkaglað um okkara náttúru. Hetta er tí ein innilig áheitan um at steðga hesum beinanvegin, verður lagt aftrat.
Á tráðnum á Facebook-vanganum eru nakrar viðmerkingar um óskilið á Fossdalsbakka, sum vit vanliga róptu staðið, har í tonsatali av ruski varð stoytt oman av í nógv ár.
Her var eisini opin brenning, sum tó ikki beindi burtur jarn og ymiskt annað, sum eisini varð stoytt oman av her. Leivdir av jarni og gomlum motorum síggjast framvegis á helluni.
Viðmerkingarnar á tráðnum hjá bóndanum er millum annað hesar.
* Seriøst langt úti!
* Nei, nú havi eg ikki vita so galið - altso hatta er keðiligt
* Stór evindalig skomm!
* Simpulthen so langt úti!
* Hatta er ikki til at skilja!
* Havi ikki orð...
* Eg helt ikki, at nakar gjørdi tílíkt meir. Hatta er svínarí.
* Hatta líkist ongum, og tað líkist heldur ongum, at leivdirnar frá gamla ruskplássinum hava fingið frið at ligið har øll hesi ár.
##med2##