Verkstovurøðin Matfrø(ð)i fer nú av bakkastokki

Farna summar søkti Uttanríkis og Vinnumálaráðið eftir verkætlanum, ið kunnu økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu.

Í hesum sambandi fingu Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin játtan til verkætlanina,

 

Matfrø(ð)i, sum fevnir um verkstovurøð og menning av undirvísingartilfari um føroyskan mat.

 

Endamálið við verkætlanini er at fremja áhugan fyri staðbundnu rávørunum og økja tilvitanina um mathandverkið, t.v.s bæði fakligu og fysisku førleikarnar at handfara rávørurnar.

 

Undirvíst verður m.a. í burðardygd, kostfrøði, matmentan, handfaring av rávørum og matgerð, og ymsu verkstovurnar venda seg til ymsir málbólkar: Vaksin yvir 16, Børn yvir 6 ár saman við einum vaksnum, Matframleiðarar og Starvsfólk í stórkøki.

 

Talan verður um 18 verkstovur í 2024, ið allar verða hildnar í Klaksvík - við skiftandi staðseting millum Húsarhaldsskúla Føroya og Tekniska skúla.

 

Fyrstu verkstovurnar verða hildnar nú í mars, og hesar fara at snúgva seg um nærveidda, føroyska fiskin. Útróðrarbátur í Klaksvík veitir feskan, heilan fisk til høvið, og luttakararnar fara at læra um burðardygga veiðu og matgerð, at handfara og skera heilan fisk og hvussu mann gagnnýtir allan fiskin á lættan og leskiligan hátt. Málið er, at eftir lokna verkstovu kenna luttakararnar seg albúnir at handfara og gagnnýta heilan fisk.

 

16. mars er verkstova um fisk fyri vaksin yvir 16 ár.

 

23. mars er verkstova um fisk fyri børn yvir 6 ár saman við einum vaksnum

 

Meira kunning um verkstovurnar og tilmelding er at finna á www.husarhaldsskulin.fo.

 

(Tíðindaskriv)