Verjin vil hava Josef Fritzl úr fongslinum

Verjin, Astrid Wagner, sigur seg vera sannførda um, at hin 88 ára gamli, sum er vorðin minnisveikur, angrar sínar gerðir.

 

Tað var í 2009, at eysturríkarin, 88 ára gamli, Josef Fritzl, varð dømdur lívstíðarfongsul. Navnið á manninum leiðir okkum aftur til ræðuleikar, sum hesin framdi móti dóttir síni í samfull 24 ár.

 

Í næstan eina fjórðingsøld hevði Josef Fritzl dóttir sína innistongda. Tá illgerðin umsíðir varð avdúkað, bórust tíðindini um lagnuna hjá dóttrini um stóran part av heiminum.

 

Gjøgnum hesi mongu ár neyðtók hann dóttrina óteljandi ferðir, og við henni fekk hann fleiri børn. So væl ansaði hann eftir, at dóttirin ikki slapp út, at tað vóru átta hurðar, sum farast skuldi ígjøgnum.

 

Tað var ikki fyrr enn tað eina barnið gjørdist álvarsliga sjúkt, at Josef Fritzl loyvdi dóttrini á sjúkrahús við barninum. Her meldaði hon pápan, sum varð handtikin og dømdur lívstíðardóm.

 

##med2##

 

Nú vil verjin hjá hinum 88 ára gamla, Astrid Wagner, hava mannin út úr fongslinum aftur. Hann er vorðin minnisveikur, og verjin heldur, at hann er eingin hóttan longur.

 

Ein nýggj sálarlig greining er gjørd av Josef Fritzl, og sum skilst staðfestir greiningin, at hin ikki longur er nøkur hóttan.

 

Síðan 2009 hevur hann sitið í einum vælvardum fongsli fyri kriminell, sum eisini líða av sálarsjúku.

 

Verjin, Astrid Wagner, sigur seg vera sannførda um, at Josef Fritzl angrar sínar gerðir, og við Sky News sigur hon seg vóna, at hin 88 ára gamli kann verða fluttur á eitt røktarheim.

 

 

 

 

 

Elisabeth Fritzl, sum 16 ára gomul. Hon var 18, tá pápin stongdi hana inni í kjallaranum.