Mansliðið hjá StÍF er í hesum døgum í Novo Sad í Serbia fyri at spæla dystir í European Cup móti HC Vojvodina.
Fyrri dysturin var liðugur fyri løtu síðani, og endaði hann við greiðum 38-27 sigri til Vojvodina, ið hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum. Í steðginum var serbiska liðið á odda 17-11.
Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 17.
Málskjúttar: Pauli H. Rasmussen 7/9, Trúgvi Hávardsson 6/11, Djóni J. Petersen 4/6, Pætur Ó. Barclay 3/4, Jógvan Andrias Lamhauge 3/6, Jóan Jacob L. Rasmussen 1/1, Jón Eyðunsson Midjord 1/1, Heri I. Joensen 1/2, Oddur T. Heinesen 1/3.
Bjargingar: Markus E. Jacobsen 4/26, Ingi Johannesen 1/17.