Tað er nátungatíð, tó tað vertíðin júst er byrjað, og mangt bendir á, at fuglurin í stórum tali enn ikki er komin á sjógvin.
Um viðrar hesa vikuna og komandi vikuskiftið, er væntandi, at meira fuglur verður at síggja, tá vit koma út í mánaðarskiftið.
Leygardagin vóru fleiri og tóku nátunga, og hóast veðrið var hampiligt, gjørdist dagurin ikki tann heilt stóri.
Frætt er um fleiri, sum fingu færri enn 100 fuglar og soleiðis, sum skilst á monnum, er tað stóra talið av fugli neyvan komið á sjógvin enn.
Ymiskt er, hvussu long siglingarleiðin hjá bátunum er til góða nátaleið, og tí er eisini ymiskt, hvørjar umstøðurnar eru.
Tað er ikki tað sama at fara úr eitt nú Hvannasundi suður í Svínoyarfjørð ella norður um Enniberg, sum tað er at fara úr miðøkinum í Føroyum og norður.
Nærri tú ert góðari nátaleið, jú fleiri tímar fært tú til tøku.
##med2##
Úr Nólsoy hava vit frætt, at her vóru tveir bátar og tóku náta leygardagin. Annar hevði 275 fuglar, sum er ein góður dagur - og hin hevði um 200.
In.fo hevur annars frætt um fleiri bátar, sum fingu færri enn 100 nátungar leygardagin, og hetta bendir á, at enn eru vit ikki komin út í bestu nátatíð.
Um viðrar, kann nátungi takast á sjónum til umleið eina viku inn í september, men tá krevst, at veðrið er gott.













