Og tá so er, so er bara eitt at gera, tað er at vóna og hyggja aftur og aftur eftir forsøgnunum, um tær ikki munnu fara at broytast til tað betra. Tað gera tær ofta, og tað gera tær eisini fyri ólavsøkudagarnar.
Men vit vita øll, at veður má sær ráða, men útlitini fyri eini rímuliga turrari ólavsøku eru batnað sambært forsøgnunum seinastu dagarnar.
Í skrivandi stund boðar norska yr.no frá, at tað verður turt ólavsøkuaftans morgun. Hitin verður um 11 stig, og hann verður lágur í ættini við útsynningi sunnan – sum sjálvandi kann merkja regn í Havn, og vindurin verður gul til stívt andøvsgul.
Út á seinnapartin sigur hann frá regni, 0,3 mm seinnapartin og 0,2 mm um kvøldið.
Ólavsøkudag sigur hann frá turrum veðri, einki avfall yvirhøvur, og vindurin gul til stívt andøvsgul á suðuri, og út á náttina frískar hann vindin.
Leygarnáttina, eftir midnátt ólavsøkukvøld, fer at regna illa sambært forsøgnunum. Tá veðrur avfallið 6,9 mm, og vindurin veksur upp í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, upp í 12-13 metrar um sekundið.
Seinnapartin leygardagin slítur í, og sólin kagar fram út á kvøldið.
Men enn eru hetta bara forsagnir, sum er nógv batnaðar seinastu dagarnar – og so er bara at vóna, at tær batna eitt sindur meira, so vit fáa gott ólavsøkuveður.












