Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia.
Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.
Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai.
Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.
Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Pætur Mikkjalsson: - Uha hatta eru alt sera sterkar tjóðir. Vit hava kanska størsta møguleikan til at koma víðari, um vit møta Kekkia, Pólandi ella Norðurmakedonia. Eg vil gjarna møta Pólandi. Vit kunnu vinna á øllum á degnum ,og vit fara at gera alt okkara til, at vit sleppa til HM-endaspælið. Sigur Pætur Mikkjalsson í stuttari viðmerking til in.fo.
Kekkia, Montenegro ella Norðurmakedonia hevði verið spennandi at spælt ímóti. Vónirnar liva sjálvandi. Sum altið tá vit spæla landsdyst, so fara vit inn á vøllin fyri at vinna, og so mugu vit siggja hvørjum vit skulu møta í maj. Sigur Teis Horn Rasmussen í stuttari viðmerking til in.fo.










