inum í samband við, at tað eru 40 ár síðani, at postverkið kom á føroyskur hendur. Í londunum kring okkum er nethandil voksin nógv seinastu árini, har fólk og handlar eru farin at senda fleiri pakkar. [...] undir Leitinum, stjóri í Posta, kennir væl til avbjóðingarnar, men vísir á, at flutningurin av øðrum slagi enn post er farin at fylla meira í virkseminum hjá Posta. - Brøv vóru 40 prosent av umsetninginum [...] eftir páskir hevur Posta koyrt fleiri pakkar enn nakrantíð áður út til fólk. Tað merkir, at fólk hava havt tíð at sita á netinum á páskum og bílagt vørur, sigur Jóel undir Leitinum.
ikki skuffa gestirnar og valdi at møta upp til tiltakið hóast tað. Teir royndu eisini at ringja til føðingardagsbarnið fleiri ferðir, men fingu ikki fatur á honum. Endin var, at teir komu á stongdar dyr. [...] Danmark fyri at framføra. Men um vikuskiftið gekk tað ikki, sum tað skuldi. Fede Finn & Funny Boys skuldi spæla í Mejrup Sognegård, men teir komu á stongdar dyr, og ikki eitt menniskja var at síggja nakrastaðni [...] nakrastaðni. Tónleikararnir bíðaðu í ein tíma, men máttu so fara heimaftur uttan at hava spælt ein tóna. - Vit spiltu tíð og pengar at koyra frá Holbæk til Mejrup, og vit høvdu enntá sagt nei takk til aðrar f
Hann náddi tó inn aftur, áðrenn tað var ov seint at greiða persónligu atkvøðuna til málið. Við tingformannin segði Pat, at hann hevði havt trupulleikar at sita niðri vegna bíligar og alt ov strammar undirbuksur [...] seg nú, at tær eru allar ov lítlar til mín, sum gera tað munandi truplari at sita niðri í longri tíðarskeið, segði hann við tingformannin. Upprunaliga hevði tingformaðurin biðið Pat Martin um at sessast [...] frá Pat Martin um fyribils fráveruna, fekk lógvabrestir og rungandi látur fram í tingsalinum, umframt at Twitter seinni varð á tremur við skemtingarsomum viðmerkingum. - Upprunaliga skilti eg ikki grundgevingina
Spurdur, hví tey ikki ómakaðu sær at svara, er formaðurin hjá VÍF rættiliga avgjørdur. - VÍF eigur ongan lut í málinum. Talan var um kæru frá Kyndli, og tí valdu vit ikki at svara, sigur Áki Olsen. Nú er málið [...] sigast, at VÍF nú stendur eftir við Svartaperi í einum máli, sum tey als ikki vildu verða partur av. Og tað er sjálvsagt ikki nakað, sum smakkar serliga væl í Vestmanna. - Málið vísir týðuliga, at har eru [...] sum HSF má fáa skil uppá. At vit ikki komu í steypafinaluna, er sum so í lagi, tí tann dystin taptu vit á vøllinum. Men tað tykist mær, sum hevur Aganevndin við hesum roynt at funnið okkurt slag av gyltum
hevur bara spælt fyri Barcelona inn til hann farna summar boðaði frá, at hann gavst í barndómsfelagnum. Áðrenn kappingarárið kom at enda fekk hann álvarsligan skaða, sum hevur gjørt hann hevur til uppvenjing [...] Summi halda, at hann eitt tíðarskeið í Barcelona var millum bestu málverjarnar í heiminum. Hann vann millum annað La Liga seks ferðir og Champions League tríggjar ferðir. Onnur halda, at hann hevði tað [...] tað við at gera ov nógvar brølarar í málinum. Tað verður tó torført hjá Victor Valdés, at fáa spælitíð í Manchester United, tí David De Gea hevur víst framúr evnir seinastu tvey árini í Manchester United
Vit eru allir í djúpari sorg og stórum skelki. Tað ber ikki til at hava fokus á fótbóltinum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at vit fara at venja og spæla, meðan Gunnar stendur undir børu, og harvið verður [...] stutt eftir ársskiftið havt við Gunnar Zachariassen og liðfelagar hansara at gera. – Vit vandu týskvøldið, og vit høvdu avtalað at møtast aftur hóskvøldið klokkan 18. Gunnar var væl upplagdur og í góðum [...] frá formanni okkara syndarligu boðini um, at Gunnar var deyður. Tá ið sovorðið rakar, so hevur fótbólturin ongan týdning. Eg ringdi til allar spælararnar fyri at bera teimum tungu boðini. Onkrar purraði
haldi at tað er nógv betri við tveimum pallum í ár, í mun til ein í fjør, og so er tað eisini gott at tað er longt til tveir dagar í ár, sigur Barbara. Tað sum tær hava verið serliga glaðar fyri at hoyra [...] og eru aftur í ár farnar saman á festivalin. - Mær dámar væl tað at hvør tónleikabólkur spælir longri í ár enn í fjør, men eg haldi at tað vóru betri tónleikarar í fjør, sigur Sigrun. Tær báðar eru sera [...] Kim á stóra pallin, og tá fara vit øll at syngja við, sigur Sigrun. Hóast tónleikurin fyllir nógv á MíttLand, so er tað ikki bara tað sum dregur. - Tað besta er at tað eru Føroyingar allastaðni í øllum
karmur fyri at dyrka okkara tjóðskaparkenslu, har vit øll savnast um tað sama, sigur Joanida. Í gjár vóru Joanida og Hjalti til kappróður. - Tað var sum vera man stuttligt. Tað besta við øllum var, at Drekin [...] prógvar, at Havnin er betri enn Klaksvíkin, sigur Hjalti flennandi. Joanida og Hjalti brúka eitt sindur av pengum upp á tombola á ólavsøku. - Tíverri vunnu vit onki. Eg hevði lagt meg eftir at vinna ein [...] ikki dugað at ímyndað mær ólavsøkuna uttan føroysk klæði, tí eg hevði følt meg nógv meira uttanfyri. Litin lilla havi eg valt, tí lilla er mín yndislitur, sigur Joanida, sum samstundis sigur, at nógv steðga
Hátún fer ólavsøkudagarnar at vísa og tosa um ull og ullarvirking á Sundsvegi 14 í Havn. At kalla tað framsýning, er Ása Hátún kanska ikki so fegin um, men heldur vil hon siga, at talan er um tað, sum komið [...] verið lærari á Føroya Læraraskúla. - Alt kom av fyrstan tíð av, at eg vildi hava ull og ullararbeiði inn í skúlarnar. Eg legði til merkis, at læraraskúlanæmingar kendu lítið og onki til hetta, greiðir Ása [...] av gerandisdegnum, men eftir 2. veraldarbardaga broyttist alt, og í sjeytiárunum byrjaðu føroyingar at brenna ull, sigur Ása Hátún. - Eg vil seta ullina á breddan aftur, og varðveita kunnleikan. Vit eru
skulu sleppa at kunna seg við umhvørvið á stórum frælsavøllum, uttan at kappingarumstøðurnar eru stressandi. Eingin verður tó vendur í hurðini, so ljóðar tað forvitnisligt, so er bara at koma. Kapping [...] Tað er vorðin fastur táttur, at Ítróttafelagið Hvirlan hevur Stuttleikir, ið er frælsatiltak serliga ætlað teimum smáu, ið skulu finna gleðina við at røra seg. Komandi sunnudag skipar Hvirlan enn eina [...] Stuttleikum, og spennandi verður, um metið frá fjør, verður tikið. Eitt sum plagar at falla í góða jørð hjá børnunum, at tey kanska skulu standa í bíðirøð, men skjótt er, til ein eigur tørn.