Niðurstøðan funnin á in.fo

Formaðurin í VÍF legði ikki í at gera viðmerkingar til eitt mál, sum VÍF ongan lut átti í. Men han heldur, at skil má fáast á reglunum hjá HSF

Áðrenn Aganevndin hjá HSF í dag fór undir viðgerð av málinum um unga Neista-málverjan, vórðu hoyringsskriv send til Neistan, VÍF og Kyndil. Tey bæði havnarfeløgini svaraðu skrivinum, meðan vÍF als ikki kom við einum svari.

 

Spurdur, hví tey ikki ómakaðu sær at svara, er formaðurin hjá VÍF rættiliga avgjørdur.

 

- VÍF eigur ongan lut í málinum. Talan var um kæru frá Kyndli, og tí valdu vit ikki at svara, sigur Áki Olsen.

 

Nú er málið so avgreitt, og endin varð, at meðan Neistin heldur fram í steypakappingini, so vinnur Kyndil landskappingardystin móti grannunum. Soleiðis øktist fjarstøðan hjá VÍF upp til finaluplássið í landskappingini, og á tann hátt má sigast, at VÍF nú stendur eftir við Svartaperi í einum máli, sum tey als ikki vildu verða partur av. Og tað er sjálvsagt ikki nakað, sum smakkar serliga væl í Vestmanna.

 

- Málið vísir týðuliga, at har eru viðurskifti í reglugerðunum, sum HSF má fáa skil uppá. At vit ikki komu í steypafinaluna, er sum so í lagi, tí tann dystin taptu vit á vøllinum. Men tað tykist mær, sum hevur Aganevndin við hesum roynt at funnið okkurt slag av gyltum millumvegi. Og úrskurðin mundu tey lesa á in.fo í morgun, heldur enn at finna hann í reglugerðini hjá HSF, sigur Áki Olsen.

 

Lesið eisini: VÍF kann enda við Svartaperi