Ein kanadiskur tingmaður gav helst mest orginalu undanførsluna, tá ið hann greiddi frá hví hann - í skundi - var farin úr tingsalinum; tað var orsaka av undirbuksunum.
Pat Martin, tingmaðurin, var í skundi farin úr tingsalinum, júst sum ein atkvøðugreiðsla skuldi setast í verk. Hann náddi tó inn aftur, áðrenn tað var ov seint at greiða persónligu atkvøðuna til málið. Við tingformannin segði Pat, at hann hevði havt trupulleikar at sita niðri vegna bíligar og alt ov strammar undirbuksur.
- Tað var ein útsøla, og undirbuksur til menn fóru fyri hálvan prís. Eg keypti eina rúgvu innundir meg, men tað vísir seg nú, at tær eru allar ov lítlar til mín, sum gera tað munandi truplari at sita niðri í longri tíðarskeið, segði hann við tingformannin.
Upprunaliga hevði tingformaðurin biðið Pat Martin um at sessast aftur, tá ið hann hevði reist seg, men Pat gjørdi skjótt av og fór úr tingsalinum. Óvæntaða grundgevingin frá Pat Martin um fyribils fráveruna, fekk lógvabrestir og rungandi látur fram í tingsalinum, umframt at Twitter seinni varð á tremur við skemtingarsomum viðmerkingum.
- Upprunaliga skilti eg ikki grundgevingina hjá Pat, tá ið hann greiddi mær frá hví hann mátti skunda sær úr tingsalinum, og eg eri ikki fullvísur í, at eg skilji hana betur nú, segði tingformaðurin, tá ið Pat hevði greitt frá fráveruni.











