Barbara og Sigrun hugna sær á MíttLand

Barbara á Krákusteini úr Havn, og Sigrun Jákupsdóttir úr Nólsoy eru lesandi, og hava búð í Keypmannahavn í ávíkavíst tvey og seks ár. Tær báðar vóru á MíttLand síðsta ár, og eru aftur í ár farnar saman á festivalin.

Mynd: Sigrun Jákupsdóttir (vinstrumeðin) og Barbara á Krákusteini (høgrumeðin).

 

 

Barbara á Krákusteini úr Havn, og Sigrun Jákupsdóttir úr Nólsoy eru lesandi, og hava búð í Keypmannahavn í ávíkavíst tvey og seks ár. Tær báðar vóru á MíttLand síðsta ár, og eru aftur í ár farnar saman á festivalin.

- Mær dámar væl tað at hvør tónleikabólkur spælir longri í ár enn í fjør, men eg haldi at tað vóru betri tónleikarar í fjør, sigur Sigrun.

Tær báðar eru sera glaðar fyri tær flestu broytingarnar, ið fyrireikararnar hava gjørt í ár.

- Eg haldi at tað er nógv betri við tveimum pallum í ár, í mun til ein í fjør, og so er tað eisini gott at tað er longt til tveir dagar í ár, sigur Barbara.

Tað sum tær hava verið serliga glaðar fyri at hoyra higartil í ár er heilt víst Týr, ið endaði dagin í gjár við einari rimmar konsert. Tó gleða tær seg eisini til fleiri bólkar í kvøld.

- Tað besta er eftir enn, tí um eina løtu fara Eyðun, Terji og Kim á stóra pallin, og tá fara vit øll at syngja við, sigur Sigrun.

Hóast tónleikurin fyllir nógv á MíttLand, so er tað ikki bara tað sum dregur.

- Tað besta er at tað eru Føroyingar allastaðni í øllum aldri, so tað følist sum ein ordilig føroysk fólkafest, sigur Barbara at enda.