Rúni Nolsøe er venjari hjá EB/Streymi, og harvið hevur hann mest sum hvønn dag síðani eina ferð stutt eftir ársskiftið havt við Gunnar Zachariassen og liðfelagar hansara at gera.
– Vit vandu týskvøldið, og vit høvdu avtalað at møtast aftur hóskvøldið klokkan 18. Gunnar var væl upplagdur og í góðum hýri, tá ið hann fór til hús. Tíðliga hósmorgunin fekk eg frá formanni okkara syndarligu boðini um, at Gunnar var deyður. Tá ið sovorðið rakar, so hevur fótbólturin ongan týdning. Eg ringdi til allar spælararnar fyri at bera teimum tungu boðini. Onkrar purraði eg út, meðan aðrir vóru farnir í skúla og til arbeiðis, tá ið eg fekk fatur á teimum. Vit eru allir í djúpari sorg og stórum skelki. Tað ber ikki til at hava fokus á fótbóltinum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at vit fara at venja og spæla, meðan Gunnar stendur undir børu, og harvið verður dysturin við Margáir sunnudagin ímóti NSÍ útsettur, sigur Rúni Nolsøe við Sosialin.
Spurdur hvussu hann minnist Gunnar Zachariassen sigur hann:
– Eg havi verið venjari hjá honum hesi bæði seinastu árini. Tað hevur ongantíð verið ivi um evnini hjá Gunnari, og serliga í ár og nú í heyst hevur hann verið ein av álitismonnunum á liðnum. Hann hevur veruliga tikið við ábyrgd, sigur venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe.