Vil varðveita kunnleikan um ull

Ólavsøkudagarnar fer Ása Hátún at siga frá royndarvirksemi sínum við ull og ullarvirking.

Ása Hátún fer ólavsøkudagarnar at vísa og tosa um ull og ullarvirking á Sundsvegi 14 í Havn.

At kalla tað framsýning, er Ása Hátún kanska ikki so fegin um, men heldur vil hon siga, at talan er um tað, sum komið er burturúr royndarvirksemi hennara síðani áttatiárini.

- Arbeiðslag og kunnleika havi eg fyrst og fremst frá mammu míni í Kvívík, og frá heimildarfólki, sigur Ása Hátún, ið hevur verið lærari á Føroya Læraraskúla.

- Alt kom av fyrstan tíð av, at eg vildi hava ull og ullararbeiði inn í skúlarnar. Eg legði til merkis, at læraraskúlanæmingar kendu lítið og onki til hetta, greiðir Ása Hátún frá.

Varðveita kunnleikan

- Fyrr var ullin náttúrligur partur av gerandisdegnum, men eftir 2. veraldarbardaga broyttist alt, og í sjeytiárunum byrjaðu føroyingar at brenna ull, sigur Ása Hátún.

- Eg vil seta ullina á breddan aftur, og varðveita kunnleikan. Vit eru komin til eitt vegamót, og so er spurningurin, hvør tekur við? Virkisøkið er breitt. Tað nýtist ikki bert at snúgva seg um hosur og troyggjur, tí ein kann spæla sær og royna ymiskt. Føroyska ullin er serstøk, og skal nýtast til tað, sum hon er egnað til, sigur Ása Hátún.

Greiðir frá

Á Sundsvegi 14 fer hon ólavsøkudagarnar at greiða frá sínum royndum, eins og hon vísir fram ymskt, ið hon hevur tilvirkað.

Opið verður frá sunnudegi til týsdag frá klokkan 15 til 18.