hann og komandi arbeiðsgevarin kundu meta um, um hetta var nakað fyri hann, og um hann var egnaður til arbeiði. Eftir royndartíðina vóru báðir partar samdir um, at teir skuldu fara undir læruna, og tann [...] nakað tað sama, sum hon er hjá einum vanligum handilslærlingi, meðan ein útbúgvin ursmiðjur hevur ein mánaðarløn, sum liggur um tær 20.000 krónurnar. Útbúgvingin sum ursmiðjur snýr seg ikki bert um at umvæla [...] tann 1. Mai í 1997 byrjaði lærutíðin hjá Jóhann so. Um alt gongur, sum tað skal, so verður Jóhann tann fyrsti føroyingurin, sum verður útlærdur ursmiðjur í 20. Øld, tá ið hann verður útlærdur tann 1. Mai
varð broytt til, at landsfundurin skuldi haldast um heystið í staðin fyri um várið. Orsøkin er hon, at nú eru vit í byrjanini av tingsetunu, tingarbeiðið er um at taka seg upp, tingmenn eru nú fúsir at fara [...] siga, at okkara passiva støða óætlað fær eina ávirkan, um vit vilja tað ella ei. Mest virðiliga loysnin var, um bæði føroysku umboðini tóku støðu um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk: Hetta [...] at fella eina danska javnaðarstjórn. Hetta var ein av grundunum til, at Poul Nyrup Rasmussen kundi sama kvøldið í formansumfarinum siga, at hann nú fór til drotningina at boða henni frá, at stjórnin varð
økti um leiðsluna. Eitt innlegg úr høgru síðu, var snittað víðari inn í fimm-meturin hjá HB, og har var Hallur Johannesen fyrstur á bóltinum og prikaði hann inn um málstrikuna. HB mundi minkað um munin [...] Bert tað eina málið kom í fyrra hálvleiki, og tað var B36, sum fekk tað, tá ið fyrri hálvleikur var um hálvrunnin. Eitt B36-álop í høgru síðu endaði við, at ein HB-verjuleikari jarðlegði mótstøðumann, og [...] svørt/hvítu høvdu víst seg meiri avgjørdar, tá ið teir komu til málmøguleikar. Seinni hálvleikur var um hálvrunnin, tá ið HB fekk eitt brotsspark, tí at B36-leikari hevði nýtt hondina í egnum brotsteigi
kappingarreglunum stendur, at um næstfremsta liðið frammanundan er umboðað í 2. deild, so fer høvið at spæla um eitt pláss í 2. deild víðari til triðji fremsta liðið, og um tað eisini er umboðað í 2. deild [...] deild, so verður eingin dyst-ur um eitt pláss í 2. deild. Tað er ein møguleiki fyri, at hetta fer at gerast endastøðan. B68, ÍF, VB, B36 og FS Vágar kappast um triðja plássið. Um tað skuldi endað við, at B36 [...] ikki spæla móti næstaftasta liðnum í 2. deild um eitt pláss í næstbestu deildini komandi ár. GÍ er longu umboðað í 2. deild, og tað sigur ikki so lítið um áhugan fyri og dygdirnar í fótbóltsspælinum í
kann verða raktur, nú danska sjóverjutyrlan ikki verður tøk í eitt hálvt ár. Tað sama kann eisini gera seg galdandi, um vanlukkur á sjónum henda. Fæst ikki ein nýggj tyrla til vega, so lækkar støðið og [...] milliónir krónur fyri 400 flogtímar. Magni Arge sigur, at tað sjálvsagt ber til at økja um tímatalið við hesi tyrlu, um landssmyndugleikarnir ynskja tað. Vansar fylgja tó eisini við. Skal tyrlan eitt nú brúkast [...] stjóri á Atlantic Airways, sigur fyri Sosialinum, at føroyska flogfelagið vil ikki afturvísa nøkrum, um myndugleikarnir venda sær til teirra. ? Vit hava eina tænastu, og ein kunnleika á økinum. Og vit eru
fyrst Tað er sjálvandi at gleðast yvir at tað flyta fólk til øki, men tað er meir at fegnast um, at talan er um burðaravlop tí tað merkir, at tað er fólk í burðardyggum aldri, sum býr í økinum. Ein av vandunum [...] til Vágs Í Suðuroynni er sama skil. Har hevur støðan í sunnaru helvt verið katastrofal at kallað. Tað hevur verið sera trupult at fingið gongd á virksemi í Vági, og av tí sama er einki fólk flutt til býin [...] Og henda gongd merkist eisini á flyti- og burðartølunum, tí fyri fyrstu ferð í longri tíð er talan um bæði nettotilflyting og burðaravlop í Sandoynni. Nettotilflyting merkir at tað flyta fleiri fólk til
pesoinum til 9,40 pesos fyri ein dollara. Búskaparfrøðingar søgdu fyri tveimum mánaðum síðani, at um virðið fór upp um 9 pesos var álitið á mexikanska búskapinum nærum heilt burtur, so nú kann sigast at álitið [...] brigslinum um loyniligu hvítvaskingina av narkopeningi, eru heimligu viðurskiftini eisini við í spælinum. Tað størsta er bankakreppurnar og tann miseydnaða royndin hjá stjórnini at yvirtala undirhúsið um at [...] Útlendsk ynski um at lógir og mannagongdir landsins skulu verða týðuligari og harvið lættari at avdúka óregluligt virksemi, er meira enn Zedillo vil ganga á møti. Ein onnur kreppa, sum eisini ger um seg í hesum
eftir donsku forsætisráðharravitjanini farna vikuskifti. Og á Marinustøðini í Havn er støðan tann sama. Bíðað verður nú eftir nærri boðum úr Danmark. Danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen hevur [...] landsstýrinum lovað, at danska stjórnin skal taka sær av sokallaða tyrlumálinum, sum í stuttum snýr seg um, at danska sjóverjutyrlan frá oktober mánaði og til mars mánað næsta ár ikki fór at vera í Føroyum [...] eitt tað hentasta amboðið í sambandi við bjargingar í føroyskum sjóøki, sjúkraflutning o.s.fr. Boðini um, at tyrlan ikki fór at flúgva í eitt hálvt ár í Føroyum, elvdi til ógreiðu í Tinganesi, tí so nógv
Danmark. Sjálvsagt hava forsetisráðharrin og danska stjórnin eina meining um hetta, sum hann vil bera fram ? hóast øll orð um ikki at leggja seg út í kjakið í Føroyum. Soleiðis er nú politikkur einaferð [...] búskap. Danska stjórnin hevur í avtaluni frá 10. juni í ár bundið seg til at samráðast um útspæl landsstýrisins og um eina varliga búskaparliga skiftisskipan. So her er ongin politiskur trupulleiki. Veruligur [...] Hartil skulu vit so gera avtalur um samstarv á øðrum økjum: Í uttanríkismálum, verjumálum, útbúgvingarmálum, sjúkrahúsmálum og rættarmálum. Vit mugu gera avtalur um hvussu og hvussu skjótt vit kunnu umsita
at íløgur verða gjørdar. Tað eigur eisini at verða bøtt um møguleikarnar hjá teimum við skerdum møguleikum. Fólk, ið hava brek, skulu hava sama rætt til samfelagslig tilboð, sum onnur, og hesum eiga s [...] styrkjast Eldrøkið er eitt øki, sum er afturúrsiglt. Tí fer flokkurin at leggja fram uppskot, sum bøtir um inntøkugrundarlagið hjá teimum pensjonistum, sum hava lægstu inntøkurnar. Ítøkilig merkir hetta, at [...] til allar aðrar pensjónsskipanir, verður munandi styrktur. Flokkurin fer at arbeiða við spurninginum um, hvussu yvirgongdin frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna kann gerast smidligari og lættari