útróðrar og til handils Threes Anna er greið yvir, at hon uttan iva kundi funnið svarini til nógvar av sínum spuringum við at siti heima í Hollandi við eini bók ella teldu. Men tað er ikki mátin, hon arbeiðir [...] hvussu tað følist at vera her og hoyra vanligar føroyingar fortelja mær ting um teirra gerandisdag, sum ikki eru at finna í bókum ella á internetinum, sigur Threes Anna. Tí vónar hon eisini at fáa orðið øll [...] Annars hopi eg at fáa samband við onkran, sum eg kann sleppa ein túr út í báti við. Eg kundi til dømis gott hugsað mær at vita, hvussu sjómenn halda skil á streyminum. Eg meini, eitt er at skilja eitt streymkort
av filmi fostrað. Ikki er tað vist, at hetta slagið fer at skriva seg inn í fremstu síðu í filmsins bók. Søgan í nýggja filminum "Left Behind" er í stuttum tann, at ein russiskur ST-aðalskrivari, sum í [...] far meg at minnast á barnabókina "Tikin ella latin eftir", sum kom á føroyskum í týðing hjá Victori Danielsen í 1947. Hugsi, at Ingálvar av Reyni teknaði kápumyndina. Til innihalds byggir hesi nýggi samnevndi [...] Sigst, at ein herferð við telduposti, vend móti filmsútleigarum, elvdi til stóra talið á filmum og at allar dyr tá vórðu latnar upp fyri honum. Framman undan varð søgan kend í samnevndari bók. Á heimasíðuni
Nú røkist alt fyri, at gongd fer at koma á ætlanina um at byggja nýtt ellisheim í Klaksvík. Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða [...] og hin at byggja vardar bústaðir við felsgshølum. 32 pláss eru á røktarheimi, og 11 pláss á Vistarheiminum, men hesi pláss røkka einki, tí tørvurin er nógvar ferðir størri enn so. Ætlanin er, at umframt [...] Íslands. Tá bólkurin so kemur heim aftur, skuldi borið til at farið í gongd heilt skjótt við at bygt. Øki er tøkt, og nakað av peningini stendur á bók frá eini innsavning, sum varð gjørd fyri nógvum árum síðan
málið. Eingin ivi var um, at André dugdi at málbera seg sum fáur, hann skilti nuancurnar í málinum. Og hartil ræddist hann ikki tað livandi, talaða málið, sum hann meinti átti at vera grundarlagið. Mál broytast [...] socialistiska støðutakanin í politikki gjørdi, at hann og aðrir í felagnum vóru innstillaðir til exklusión úr Tjóðveldisflokkinum, sum ongantíð alment hevði torað at tikið orðið social-ismu uppá tungu. Tað hendi [...] politiska landkortið er broytt grundleggjandi hesi seinastu umleið 20 árini, so broytti André ikki síni politisku høvuðssjónarmið, men helt fast um, at socialisman var tann rætta leiðin. André var lærari
einki at ivast í, at her er eitt gullnám fyri framtíðar søguskriving. Heðin var ein fjølbroyttur maður sum eisini hevði onnur áhugamál sum til dømis fótbólt, men hesum kunnu onnur greiða frá. At Heðin [...] syrgiliga hending fór fram. So væl dugdi Heðin, at hann hevði fingið samband við ætt hjá bóndanum á Fagranesi, sum eisini var við til minningarhaldið. Heðini fyri at takka er hesin partur av okkara lagnusøgu [...] seinni komin í bókina Havið tók Teir. Eisini í tí sambandinum eins og við lýsingini av øðrum pørtum í hesi bók, var Heðin ein góður stuðul og ráðgevi. Heðin var nevniliga ein sannur granskari. Hann hevði savnað
»Á, at hetjurnar skuldu falla!« 2. Samuelsbók 1,19. Hetta skriftbrotið kom til mín, tá ið mín góði beiggi so brádliga varð tikin frá okkum. Hetta er ringt at skilja, hví Harrin tók hann burtur nú, nú ið [...] um ein annan. Tað er svárt hjá okkum øllum at hava mist Richard, men svárast hjá tær, góða Ása, sum stóð so væl saman við honum og stuðlaði honum so væl hesi knapt 15 árini, tit fingu saman. Harrin styrki [...] sum áður. Vit vita, at vit skulu síggjast aftur har, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi, Jákupsbræv 1,17. Vit fáa hann ikki aftur her, men fara til hansara, 2. Sámuelsbók 12,23. Eg vil enda við
og samfelagsspurningum. Soleiðis eigur lívið at vera, virkið, luttakandi – sum Gud skapti okkum sum mann og kvinnu at nørast, at fylla jørðina, at virka, at fyrireika og liva. Men so endar lívið brádliga [...] Ditleif. Vit fingu onga ávaring um, at teirra lív skuldi enda beint tá, og vit fata framvegis ikki, at tey bæði ikki eru millum okkara longur. Vit vilja treyðugt góðtaka, at vit ongantíð aftur kunnu leita inn [...] Lítið vardi tað okkum, at hvítusunnudagur í ár skuldi verða seinasti dagurin hjá Rosu og Ditleif her á fold. Henda dagin vóru tey á veg í bili til Havnar at vitja. Saman við teimum var ommu- og abbasonurin
ongin prísur og høgur. Um tað var ein ferð í summarhús, út at eta ella eitt oyra at keypa fyri ella at seta á bók, so var hann altíð klárur at geva. Har var hansara bestemt ikki eftir. Tað størsta ríkidømi [...] barnaparadís. Tó vóru tað gleðiboð, tá tey gjørdu av at flyta til Havnar at vera nærri familjuni. Abbi plagdi at siga, at tað var tað besta, tey høvdu gjørt, at tey fluttu til Havnar. Og hóast vit ofta tosaðu [...] eisini ovurfegin um, at tey vóru nærri at okkum og at vit sóu tey oftari. Omma og abbi hava ongantíð sitið til einkis. Tá ið abbi fór frá sum lærari, byrjaði hann at skriva. Tey plagdu at sita vakt á hand
pínu. Tað var týðiligt, at tú ynskti, at tað skuldi ganga framá, tí tær longdist so illa eftir synunum. Hvørt kvøld tosaði tú við Samuel og spurdi hvussu tað gekst. Sigurd var farin at grulva og hevði fingið [...] væl, at eingin kundi koma aftur um aftur og gera tað betri. Altíð hevði tú eitt gott orð til tey, sum trongdu til troyst. Tove góða, tú elskaði Jesus og vart klárt at fara, hóast tú ikki ynskti at doyggja [...] sum tú hevur ligið saman við á sjúkrahúsi. Hesi fólk hevði tú ongantíð møtt, um tú ikki vart sjúk, og tú vart vís í, at ein meining var við øllum. Tín vón var, at menniskju vendu sær til Gud, so tey kundu
in stillisliga sjálvur vísir á, at hann hugsar um umhvørvið, at hann er serliga dugnaligur til tað, hann tekst við, at hann eisini er virkin á Falklandsoyggjunum, og at hann telist millum 100 teir størstu [...] hongur um hálsin á at kalla øllum mannfólkagestunum. Millum undantøkini teljast tó ávíkavist rithøvundurin Hanus Andreasen og komponisturin Kristian Blak. Hetta merkir kortini ikki, at teir eru illa klæddir [...] Aðrir vertir eru eisini til staðar. Norsk Hydro, Amerada Hess og DONG eita hini. Tilsamans kalla hesi feløg seg nú fyri The Faroese Partnership. Í Listaskálanum koma nýggir gestir framvegis inn, og klassiski