Til oljumóttøku í Listaskálanum

Mikudagin var enska oljufelagið LASMO vertur fyri stórari móttøku í Føroya Listaskála. Gestirnir vóru fyri tað mesta stjórar og fólk við ávísari tign, tá tað snýr seg um tittlar. Sosialurin var eisini á staðnum.

Hvítvín ella appelsinvatn. Bæði í fínum glasi. Konan við bakkanum smílir og bjóðar vælkomin. Mjúkir klassiskir og livandi tónar blanda seg við røddir ? fyri tað mesta mannfólkarøddir ? í rúminum. Klokkan er farin av 17.00 henda mikudagin og uttan fyri Listaskálan regnar av grimd. Innanfyri er heitt og fjálgt.

Fólkini, ið eru her, hava øll ? meira ella minni ? fingið serliga innbjóðing. Hetta eru menniskju við ávísari tign, tá tað snýr seg um tittlar. Stjórar, kanska undirstjórar og í øllum førum deildarleiðarar standa spjaddir í rúminum og práta í smáum bólkum. Her eru umboð fyri Landsbankan, Tryggingarsambandið, Norðurlandahúsið, Løgtingsskrivastovan, grannskoðarafeløg ? you name it. Enskt er í mongum førum eisini ráðandi málið. Høvuðsverturin er nevniliga enskur.

Á vegginum hanga málningar við mæta enska listamálaranum Robert Mason. Hann er eisini til staðar og hevur skift arbeiðsklæðini út við klædningin og slipsið. Hann er ikki tann einasti. Slipsið hongur um hálsin á at kalla øllum mannfólkagestunum. Millum undantøkini teljast tó ávíkavist rithøvundurin Hanus Andreasen og komponisturin Kristian Blak. Hetta merkir kortini ikki, at teir eru illa klæddir. Bert øðrvísi enn restin.

Tætt við inngongina stendur eitt sjónvarp frá. Onki ljóð er á. Men á skíggjanum dansa fagrar náttúrumyndir, passandi kryddaðar við teksti, har høvuðsverturin stillisliga sjálvur vísir á, at hann hugsar um umhvørvið, at hann er serliga dugnaligur til tað, hann tekst við, at hann eisini er virkin á Falklandsoyggjunum, og at hann telist millum 100 teir størstu í Onglandi. Støddin skal mátast í pund sterling.

Høvuðsverturin eitur LASMO. Aðrir vertir eru eisini til staðar. Norsk Hydro, Amerada Hess og DONG eita hini. Tilsamans kalla hesi feløg seg nú fyri The Faroese Partnership.

Í Listaskálanum koma nýggir gestir framvegis inn, og klassiski tónleikurin druknar spakuliga í smápráti. Øll eru sera vinarlig. Jú, víst hava allir gestirnir takt og tóna í viðførinum.

Klokkan er júst farin av 17.30, tá tygara útsendi fer til hús. Móttøkan skal vara til klokkan 19.00, so síðsti gesturin er neyvan komin enn. Og fyrsta røðan er heldur ikki hildin, hóast ljóðannleggið stendur klárt.

Uttanfyri Listaskálan regnar framvegis, og mjørkin liggur tungur yvir Havnina. Klassisku tónarnir kvælast, tá hurðin fer aftur. Nú er stilt. Næstan líka stilt sum úti á feltinum, har beinleiðis orsøkin til enska blíðskapin liggur. Á veg heim staðfestir tú, at hetta var ikki nøkur stór listarlig uppliving, sjálvt um Listaskálin legði rygg til, og listarfólk á ymsar hættir sett sín dám á móttøkuna.

Men kanska var hetta eitt slag av byrjan til eitt slag av føroyskari framtíð. Ein framtíð, ið líkasum stórfyritøkan LASMO allarhelst skal mátast í pund sterling.