Vit fingu eitt sjokk, tá ið vit hoyrdu, at tú ikki vart ímillum okkara longur. Hetta samsvaraði ikki við tað, sum læknarnir søgdu. Um eina viku skuldi tú sleppa heim at verða saman við familjuni. Men so var ikki, tá lívstráðurin brádliga varð kvettur.
Omma og eg fingu nakrar ríkar og góðar dagar saman við tær og Dánjali, bert eina viku áðrenn tú fórt heim til Jesus.
7. sept. var tykkara 6 ára brúdleypsdagur, og tit vildu so fegin gera dagin sermerktan. Vit trillaðu teg niðurundir, og settu okkum uttanfyri Ríkissjúkrahúsið. Sólin var heit, og vit hugnaðu okkum eina løtu, hóast tú hevði nógva pínu.
Tað var týðiligt, at tú ynskti, at tað skuldi ganga framá, tí tær longdist so illa eftir synunum. Hvørt kvøld tosaði tú við Samuel og spurdi hvussu tað gekst. Sigurd var farin at grulva og hevði fingið sínar fyrstu tenn. Tú vart so eym um, at tú ikki kundi verða hjá teimum og síggja, hvussu teir trivust og mentust. Familjan hevði so nógv at týða fyri teg, og lívið var ikki ein sjálvfylgja.
Tú leiðst nógv, hóast lívið ikki gjørdist langt. Men ongantíð havi eg uppliva eitt ungt menniskja, sum var so heilhjartað í øllum. Tú gjørdi alt so væl, at eingin kundi koma aftur um aftur og gera tað betri. Altíð hevði tú eitt gott orð til tey, sum trongdu til troyst.
Tove góða, tú elskaði Jesus og vart klárt at fara, hóast tú ikki ynskti at doyggja. Í einum brævi skrivar tú, at orðini, sum góvu tær frið í hjartað, líka mikið hvat hendi, vóru hesi:
Sálm. 139 v. 1-17
1. Harri, tú rannskar meg og kennir meg!
2. Tú veitst, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg.
3. Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla.
4. Tí áðrenn orðið er til á tungu míni ? ja, tá veitst Tú tað til fulnar. Harri!
5. Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hon Tína á meg.
6. At skilja hetta er mær ov undurfult; Tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur.
7. Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!
8. Fari eg upp til Himmals, so er Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum ? ja, so ert Tú har.
9. Taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,
10.so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.
11.Og sigi eg: »Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!«
12. So er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.
13.Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi
14.Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit Sál mín til fulnar.
15.Bein míni vóru ikki Tær duld, tá ið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
16.Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
17.Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
Ein sangur ljóðar soleiðis:
Jesus tú ert meir enn alt hjá mær,
lív og heilsu vil eg ofra tær,
tala Harri so til mína sál.
Jesus tú ert meir enn alt hjá mær.
Henda sang kundi tú syngja av heilum hjarta, og manga troyst hevur tú givið sjúklingum, sum tú hevur ligið saman við á sjúkrahúsi. Hesi fólk hevði tú ongantíð møtt, um tú ikki vart sjúk, og tú vart vís í, at ein meining var við øllum. Tín vón var, at menniskju vendu sær til Gud, so tey kundu fáa lut í lívinum, sum tú hevði við Jesusi. Henda kraft og styrki bar teg ígjøgnum lívið, so mong høvdu ilt við at skilja, at tú veruliga vart sjúk.
Góða Tove, tað er so svárt, at tú ikki ert her meira, og saknurin er so stórur. Men, sum tann bjarti viti tú vart, hava vit bara góð minni eftir teg.
Vit síggja fram til dagin, tá ið vit aftur skulu møtast heima hjá Jesusu.
Mostir