Filmur
Undir sólini er einki nýtt. Soleiðis sigur Prædikarin. Men neyvan mundi hann vita, at kristi fólk kundi lokkast í biograf. Í Guðs egna landi, USA, hava tey varnast ein tiltakandi áhuga fyri filmum, sum hava eitt sonevnt kristiligt innihald.
Hetta eru filmar, sum aloftast hava eitt apokalytiskt innihald. Teir vilja minna okkum á heimsins enda og lívið eftir deyðan. Hesar morbidu opinberingar hava lokkað hópin av fólki í biograf. Fyrst við filminum "Omega Code", ið fyrraárið varð marknaðarførdur sum "filmurin, ið rysti Hollywood".
Nú er apokalyptiska biografevnið tikið upp av nýggjum í filminum "Left Behind", sum kom á video í fjør, men varð frumsýndur í amerikansku biohallunum 2. februar.
"Left Behind" er eitt heiti, sum far meg at minnast á barnabókina "Tikin ella latin eftir", sum kom á føroyskum í týðing hjá Victori Danielsen í 1947. Hugsi, at Ingálvar av Reyni teknaði kápumyndina.
Til innihalds byggir hesi nýggi samnevndi filmurin á Opinberingsbókina og varð longu innan frumsýning í biohallunum, seldur í hálvari triðu millión video-eintøkum. Ein klár ábending um ein nýggjan marknað, eingin visti var til. So nú er eitt nýtt slag av filmi fostrað. Ikki er tað vist, at hetta slagið fer at skriva seg inn í fremstu síðu í filmsins bók.
Søgan í nýggja filminum "Left Behind" er í stuttum tann, at ein russiskur ST-aðalskrivari, sum í veruleikanum er Antikrist, vil leggja Heimin undir seg. Tey rættrúgvandi verða síðani tikin til Himmals, meðan tey, ið latin verða eftir, mugu líða í sjey ill ár.
Tað er sjáldsamt, at ein kristin biograffilmur verður sendur í umfar í amerikanskum biografum. Heili 900 eintøk av filminum "Left Behind" eru send í ringrás og hann gongur enn fyri fullum húsum, har í landinum. Sigst, at ein herferð við telduposti, vend móti filmsútleigarum, elvdi til stóra talið á filmum og at allar dyr tá vórðu latnar upp fyri honum. Framman undan varð søgan kend í samnevndari bók.
Á heimasíðuni hjá The Inernet Movie Data Base www.imdb.com ber til at lesa og kjakast um filmin "Left Behind".
Í kjalarvørrinum av amerikanska forsetavalinum vórðu røddir frammi um, at tey illavornu í Hollywood og øðrum syndafullum støðum, nú mugu taka annað skinn um bak. Bæði George Bush og Al Gore hava prædikað ein nýggjan kristnan moral, eina kristna nýmoralismu, sum hevur fingið góða undirtøku, serliga tá umræður harðskap á filmi.
Nú er so ein nýggjur filmsvøllur strikaður av. Ein vøllur, sum telur kristi fólk, ið eigur pengar og vil síggja film. Uttan harðskap, men apokalyptiskur. Spennandi, hvat tað førir til.









