Eldur kom í eini tvíhús í Funningsfirði í morgun, men tíbetur var eingin í húsunum. Dimmalætting visti í morgun at siga, at eldur var komin í eini tvíhús í Funningsfirði, men at eingin tíbetur var í húsunum [...] húsunum. Menn úr Funningfirði, sum eru í sløkkiliðnum, vóru sambært blaðnum fyrstir á staðnum. Sum skilst hava húsini fingið stóran skaða. Húsini hava fingið stóran royk- og vatnskaða, og somuleiðis hevur
kommunan í Fredericia heitt á fólk, sum hava anda royk í seg frá eldsbrunanum, um at leita sær læknahjálp stundisliga. Stórur tørvur er á vegsalti í Jútlandi í hesum døgum, og kemur eldsbrunin í Fredericia [...] níggju í morgun Talan er um eitt stórt lagur við vegsalti. Eldurin birtist í einum 800 liturs tanga, sum var fullar av hydraulikolju. Stórur vandi var á ferð fyrr í dag, men nú hevur sløkkiliðið í Fredericia [...] løgregluliðnum í Suðureystur-Jútlandi við blaðið, Jydske Vestkysten. Kemikaliu-evnini sum eldur var komin í, vóru ikki millum tey mest vandamiklu, men roykur frá brennandi olju er heilsuskaðiligur í sær sjálvum
duttu niður yvir økið, og eldur kom í, sigur russiski guvernørurin. Shatura-orkuverkið í Russlandi liggur einar 600 kilometrar úr ukrainska markinum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun. [...] Fleiri túsund heim í Russlandi mistu streymin, eftir at ukrainski herurin hevur lopið á Shatura-orkuverkið í Russlandi við dronum. Hetta upplýsir guvernørurin í regiónini, Andrej Vorobjov. Orkuverkið liggur
Í nátt vita útlendskir miðlar at siga, at eldur er í einum russiskum oljureinsiverki í býnum, Tuapse. Býurin liggur við svartahavsstrondina har suðuri í Russlandi. Sambært bjargingarfólki í Krasnodar-regiónini [...] regiónini vóru sløkkilið í nátt í holt við at fáa tamarhald á eldinum. Sagt verður, at eingin hevur fingið løstir í hendingini. Óalmennar síður á sosiala miðlinum, Telegram, hava víst myndir av eldinum [...] dronur vóru orsøkin til hendingina. Tíðindastovan NTB var millum miðlarnar, sum tíðliga í nátt bóru tíðindini um eldin í russiska oljureinsiverkinum.
Eldur kom í dag í ein russiskan kjarnorkukavbát, sum var til umvælingar á einari skipasmiðju í býnum Rosljakovo, sum stutt frá norska markinum. Russiska verjumálaráðið boðaði tó skjótt frá, at eingin vandi [...] kavbátin. Nógvur roykur kom upp úr kavbátinum, og summar tíðindastovur skriva í kvøld, at tað rýkur enn. Kavbáturin, sum eldur kom í, er knappliga 12.000 tons stórur og ein tann størsti, sum russar hava.
Turkiska kringvarpið TRT veit í kvøld at siga, at eldur er í einum russiskum ferðafólkaflogfari á flogvøllinum í Antalya í Turkalandi í kvøld. Eldur er í motorinum, og sagt verður, at eldurin kyknaði beint [...] eftir, at flogfarið hevði lent. Turkiska flutningsmálaráðið hevur upplýst, at flogvøllurin er stongdur í sambandi við hendingina. Sambært turkiska TRT hevur einki av teimum 89 ferðafólkunum fingið skaða, ei [...] Airlines, sum eigur flogfarið. Fleiri video-brot av brennandi flogfarinum liggja á sosialum miðlum í kvøld.
Tass veit í dag at siga, at ein ógvuslig spreinging hevur verið í Kirzjatsj-økinum í Russlandi. Tað er tíðindastovan, Tass, sum ber hesi tíðindi, og tað er Reuters sum endurgevur. Guvernørurin í russiska [...] staðnum, og at undantaksstøða er lýst í økinum. Einki verður sagt um, hvør orsøkin til spreingina er, men Reuters veit at siga, at talan er um eina vápnagoymslu, sum er farin í luftina. Ein russisk Telegram-rás [...] Telegram-rás, sum sigst standa russisku trygdartænastuni nær, upplýsir sambært Reuters, at eldur er í vápnagoymsluni.
álop hvørki í Sochi ella Voronezh. Báðir partar nokta at hava søkt seg móti sivilfólki í teirra álopum í krígnum, sum hevur verið áhaldandi síðani Russland fór undir innrás í grannalandið í februar 2022 [...] álopini í Russlandi hava til endamáls at oyðileggja undirstøðukervið, sum hevur ein týðandi leiklut í russiska krígsátakinum. Eisini vóru fráboðanir um álop í Ukraina í nátt. Hernaðarleiðslan í høvuðsstaðnum [...] Eldur kom í eina oljugoymslu í russiska býnum Sotji sunnunáttina. Hesum greiddi guvernørurin, Veniamin Kondratjev frá í boðtænastuni Telegram. Eldurin kyknaði sum avleiðing av einum ukrainskum dronuálopi
Í nátt vistu útlendskir miðlar at siga, at eldur var í einari oljugoymslu í russisku Rostov-regiónini. Tað upplýsti guvernørurin í økinum, Vasilij Golubev, á sosiala miðlinum, Telegram. Sagt verður, at [...] at eldurin í goymsluni stóðst av einum dronuálopi í nátt. Guvernørurin sigur, at sambært fyribils upplýsingum er eingin deyður ella særdur í álopinum. Oljugoymslan liggur í býnum, Azov innast í Azov-havinum [...] Hetta er umleið 150 kilometrar eystur úr ukrainska býnum, Mariupol, sum russar tíðliga í krígnum nærmast løgdu í oyði.
Eldur kom í vegna »eksternar faktorar«, upplýsti felagið. Á Novatek vóru tey ógvuliga fámælt um orsøkin. Men gjørdu tó greitt, at eingin hevði fingið skaða í eldinum, og at eldurin var »lokaliseraður« [...] . Virkið hjá Novatek í Finsku víkini er størsti framleiðari í Russlandi av flótandi náttúrugassi. Fleiri russiskir miðlar siga, at dronur vóru sæddar nærindis virkinum. Tær kunnu hava verið ukrainskar [...] . Russiski miðilin Shot skrivaði, at tey hevur tosað við íbúgvar í økinum. Teir søgdu, at tey høvdu hoyrt ljóð frá dronum og spreinginum. /ritzau/Reuters