Russiska tíðindastovan Tass veit í dag at siga, at ein ógvuslig spreinging hevur verið í Kirzjatsj-økinum í Russlandi.
Tað er tíðindastovan, Tass, sum ber hesi tíðindi, og tað er Reuters sum endurgevur.
Guvernørurin í russiska økinum, Alexander Avdeev, sigur, at neyðhjálparfólk arbeiða á staðnum, og at undantaksstøða er lýst í økinum.
Einki verður sagt um, hvør orsøkin til spreingina er, men Reuters veit at siga, at talan er um eina vápnagoymslu, sum er farin í luftina.
Ein russisk Telegram-rás, sum sigst standa russisku trygdartænastuni nær, upplýsir sambært Reuters, at eldur er í vápnagoymsluni.