Eldur í russiskari gassgoymslu

Novatek við Eystrasalt, sum eitt av størstu gassvirkjum í Russlandi, hevur í dag steðgað framleiðsluni eftir at eldur kom í

Sløkkiliðsfólk royna at sløkka eldin á russiska gassvirkinum Novatek í Eystrasalti. Felagið uppýsir, at eldurin kom í av »eksternum faktorum«. Fleiri russiskir miðlar siga, at dronur eru sæddar í luftini við virkið, og at tey hava hoyrt spreingingar. - Foto: Leningrad Region Governor Alexan/Reuters

Eldur kom í vegna »eksternar faktorar«, upplýsti felagið.

Á Novatek vóru tey ógvuliga fámælt um orsøkin. Men gjørdu tó greitt, at eingin hevði fingið skaða í eldinum, og at eldurin var »lokaliseraður«.

Virkið hjá Novatek í Finsku víkini er størsti framleiðari í Russlandi av flótandi náttúrugassi.

Fleiri russiskir miðlar siga, at dronur vóru sæddar nærindis virkinum. Tær kunnu hava verið ukrainskar.

Russiski miðilin Shot skrivaði, at tey hevur tosað við íbúgvar í økinum. Teir søgdu, at tey høvdu hoyrt ljóð frá dronum og spreinginum.

/ritzau/Reuters