Sløkkiliðið var tilkallað klokkan níggju í morgun Talan er um eitt stórt lagur við vegsalti. Eldurin birtist í einum 800 liturs tanga, sum var fullar av hydraulikolju.
Stórur vandi var á ferð fyrr í dag, men nú hevur sløkkiliðið í Fredericia tamarhald á eldinum.
- Fyrr í morgun var sera nógvur roykur, og vit umhugsaðu, um vit skuldu tendra allar sirenur, og heita á fólk um at halda seg innandura, men tíbetur fekst skjótt tamarhald á eldinum, sigur vakthavandi hjá løgregluliðnum í Suðureystur-Jútlandi við blaðið, Jydske Vestkysten.
Kemikaliu-evnini sum eldur var komin í, vóru ikki millum tey mest vandamiklu, men roykur frá brennandi olju er heilsuskaðiligur í sær sjálvum. Tí hevur kommunan í Fredericia heitt á fólk, sum hava anda royk í seg frá eldsbrunanum, um at leita sær læknahjálp stundisliga.
Stórur tørvur er á vegsalti í Jútlandi í hesum døgum, og kemur eldsbrunin í Fredericia dátt við hjá teimum, sum fáast við kavarudding har um leiðir.










