Eldur kom í dag í ein russiskan kjarnorkukavbát, sum var til umvælingar á einari skipasmiðju í býnum Rosljakovo, sum stutt frá norska markinum.
Russiska verjumálaráðið boðaði tó skjótt frá, at eingin vandi var fyri spreingingum, og at ongar kjarnorkuløðingar eru umborð á kavbátinum. Sambært talsmanninum er heldur eingin geislavirkin leki staðfestur.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at væl manna sløkkilið varð boðsent, og at ein tyrla slepti fleiri tonsum av vatni niður yvir kavbátin. Nógvur roykur kom upp úr kavbátinum, og summar tíðindastovur skriva í kvøld, at tað rýkur enn.
Kavbáturin, sum eldur kom í, er knappliga 12.000 tons stórur og ein tann størsti, sum russar hava.










