Í nátt vita útlendskir miðlar at siga, at eldur er í einum russiskum oljureinsiverki í býnum, Tuapse.
Býurin liggur við svartahavsstrondina har suðuri í Russlandi.
Sambært bjargingarfólki í Krasnodar-regiónini vóru sløkkilið í nátt í holt við at fáa tamarhald á eldinum.
Sagt verður, at eingin hevur fingið løstir í hendingini.
Óalmennar síður á sosiala miðlinum, Telegram, hava víst myndir av eldinum, og sagt verður, at dronur vóru orsøkin til hendingina.
Tíðindastovan NTB var millum miðlarnar, sum tíðliga í nátt bóru tíðindini um eldin í russiska oljureinsiverkinum.