Íslandi og verða sett upp, soleiðis at fiskurin nú verður reinari, áðrenn hann verður skorin, tí hann sleppur at bløða betri. Ein bitamaskina verður sett upp. Hon fer at skera fløkini i smærri bitar, alt [...] mánaðar, men reiðarin roknar við, at teir sleppa avstað seinast í næstu viku. Mortan Johannesen hevur ongan hug at tosa um prís fyri arbeiðið umborð á Ennibergi annað enn, at tað er dýrt. Fiskiskapurin Enniberg [...] inum er mest at kalla hurlivasi. Tað hanga leys rør ymsastaðni. Menn ganga aftur og fram og eru upptikinir av ymsum. Tað standa ymisk nøvn á rygginum á ketildraktunum, so líkt er til, at her eru fleiri
Orsøkin er, at politisku flokkarnir hava stillað soleiðis upp, at meðan Runavíkar kommuna sum oftast hevur fleiri valevnir, hevur Fuglafjørður dugað so væl at skipa seg, at har er bert eitt valevni á hvørjum [...] sýn, eiga vit her á plássinum at hugsa skilagott. Fyrst og fremst eigur ongin atkvøða hiðani at fara til aðrar bygdir í oynni. Og harnæst eiga politisku flokkarnir ikki at fylla listarnar við valevnum frá [...] hvørjum lista. Hetta hevur havt við sær, at hóast umboðini á eystara armi á Skálafjørðinum hava fingið væl av atkvøðum, hava tær verið so væl býttar millum valevnini, at fuglfirðingurin á listanum hevur drigið
álitinum ber til at lesa um hesa skipanina. Arbeiðsbólkurin vónar, at fólk vilja kjakast um álitið, og at tey koma við hugskotum til bólkin. Álitið liggur frammi til 1. juni, tá bólkurin fer undir at leggja seinastu [...] bólkinum (www.umms.fo/ser), og her ber eisini til at kjakast um álitið og senda bólkinum viðmerkingar. Arbeiðsbólkurin varð settur seint í fjør fyri at kanna alt tað sernámsfrøðisliga økið í landinum, sum [...] skot. Tey staðfesta, at heildarveitingin til sernámsfrøðisliga økið táttar í 90 milliónir krónur árliga. ? Hóast hesar upphæddir kunnu tykjast høgar, eru mest sum øll samd um, at brúkarin ? tað er barnið
verður tú noydd at gera nøkur kompromis, tí venjingarnar vóru komnar væl ávegis, sigur hon. Hildu fram Tá Laura tók yvir sum leikstjóri var valið at byrja fullkomiliga av nýggjum ella at byggja á tað grundina [...] verið fáir. ? Eg eri sera spent at vita, hvussu klaksvíkingar fara at taka ímóti leikinum. Hetta er spennandi leikur, sum eisini er ein stór avbjóðing hjá leikarunum at spæla, sigur Larua Joensen. Fimm [...] tilburði. Hollendskur leikstjóri kom til Klaksvíkar at leikstjórna leikinum, men hon fór av landinum aftur fyri nøkrum vikum síðani, tí hon helt ikki, at samstarvið riggaði. Men Klaksvíkar Sjónleikarfelag
djúpri meining við lýsingunum og herðferðini hjá apotekunum um at halda uppat at roykja og havi ein illgruna um, at teir ístaðin ætla at gera meg til nikotintyggigummitræl. Teir 10 minuttirnar eru farnir [...] nikotini fyri at koma ígjøgnum dagin. Ein skuldi trúð, at hetta var eitt serligt rúm ? kanska ljóst og luftigt við serligari útlufting. Men so eiðasørt, í grundini nýtist bara helvtin av okkum at roykja, restin [...] leggja av at roykja. Tað er neyvan nakað gagnligt, dýrt er tað eisini, men ringast av øllum, roykjandi fólk hava alt meira fingið eina paria-líknandi støðu í samfelagnum. Ein skuldi næstan trúð, at øll sjúka
? Tað er ein lætti, at forsetavitjanin er av, men eg eri ógvuliga fegin um, at hon eydnaðist so væl. Og eg eri serstakliga fegin um, at forsetin var so væl nøgdur, at hann takkaði mær persónliga. Hetta [...] fyri at fáa alt klárt, greiðir Maiken, protokollfultrúin, frá. Av tí, at trygdartiltøkini eru so strong og væntanin um eina væl eydnaða vitjan so stór, tá ein forseti vitjar, er altíð neyðugt at hava fleiri [...] eina snotuliga innbundna skrá við øllum upplýsingum at halda okkum til. Í fyrstani tóktist hetta eitt sindur fjákut. Men vit funnu skjótt út av, at skráin var ógvuliga hent. Og tað, sum eisini hugtók okkum
vil halda at løgini eru so einføld at ein og hvør bara kann finna uppá sjálvur, so munnu mong hava aftrað seg við at sungið fyri børnunum hjá sær. Øðrvísi er tað, tá ið tú hevur eina upptøku at styðja teg [...] tó einki at ivast í, at henda útgávan, sum er halgað skjaldrunum fyrst og fremst, fer at geva eitt nógv breiðari og fjølbroyttari úrval, samstundis sum hon eisini týðiliga vísir at ?hvør fuglur syngur við [...] við sínum nevi? og at tað er ógvuliga ymiskt sum fólk velja at bera skjaldrini fram. So, sum heild má sigast, at hetta er ein góður møguleiki hjá hvørjum tí sum vil ogna sær lut í hesum partinum av okkara
filmurin endiliga er klárur at koyra í sjónbandstólið. Tað sá eisini út til, at børnini, sum vóru til staðar við frumsýningina, dámdu filmin væl. Hoyrispælið sjálvt varð fyrstu ferð at hoyra í Útvarpi Føroya [...] snýr seg um súkkluhjálmar. At enda er eitt innslag á ein minutt um endurskin. Stuttligt at hoyra tað aftur Trý av børnunum, sum hava lagt røddir til filmin, vóru eisini og hugdu at frumsýningini. Hallur Joensen [...] sum nú er gjørdur. Ætlanin var fyrst, at hoyrispælið, sum hevði verið í ÚF, skuldi gevast út sum ljóðband, men vegna peningatrot var hetta av ongum. Seinni eydnaðist at fáa stuðul til útgávu av sjónbandi
Meginparturin av hesum vøkstri stavar frá at vinnan ístaðin fyri at skylda pening nú eigur pening til góðar, sigur Jørn Astrup Hansen. Hetta hevur samstundis eisini við sær, at útlánsváðin hjá bankanum er nógv [...] ? Tað hevur eydnast okkum at reka bankan fyri ein støðugt bíligari penga og tað verður gjørt við einum støðugt minni rentuavlopið, sigur Jørn Astrup Hansen. Umstøðurnar at reka banka í dag eru munandi [...] ávirkað roknskapin tann rætta vegin. Hetta hevur við sær, at eginognin hjá bankanum nú er heilar 1.079 mió. krónur og tað vil í stuttum siga, at bankin er sera væl fyri. Og hesin peningur er til staðar
aftur og fram. Tom Skaale sigur, at ein høll aftrat var við í fyrsta uppskotinum til Leguhúsið, men at hon varð vald frá av fíggjarligum orsøkum. Annars er húsið upptikið at kalla hvørt einasta vikuskifti [...] hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann roknar við, at hesar dagarnar hava umleið 3.000 fólk verið í Nesvík tilsamans. Tað er sunnukvøld, og fólk eru við at rigga av. Ein áhaldandi røð av bilum er á veg niðan [...] standa fólk og práta. Tað vil so vera, at tú hittir onkran, tú kennir, men ikki hevur sæð eina tíð. Ella kanska bara hevur hitt onkran fyrstu ferð, og so hevur hug at práta eitt sindur eyka. Men innan fyri