Ferðslutrygd hevur latið ein nýggjan teknifilm úr hondum, og hann kallast Battmass. Hetta er ein umseting av einum donskum hoyrispæli, sum Rådet for Større Færdselssikkerhed hevur gjørt.
Jóhan Dalsgarð, alias Jóhan í Kollafirði, hevur lagt alt arbeiðið til rættis og føroyskaði eisini. Hann er bara væl nøgdur, nú filmurin endiliga er klárur at koyra í sjónbandstólið.
Tað sá eisini út til, at børnini, sum vóru til staðar við frumsýningina, dámdu filmin væl.
Hoyrispælið sjálvt varð fyrstu ferð at hoyra í Útvarpi Føroya í 1996, og tað hevur verið nýtt umaftur til filmin, sum nú er gjørdur.
Ætlanin var fyrst, at hoyrispælið, sum hevði verið í ÚF, skuldi gevast út sum ljóðband, men vegna peningatrot var hetta av ongum. Seinni eydnaðist at fáa stuðul til útgávu av sjónbandi frá Skótahjálpini og Texaco Faroes Group.
Nýt hjálm
Søgan er um børn á súkklu, um súkkluhjálmar, endurskin, ferðslureglur og mangt og hvat um súkklur.
Høvuðspersónurin í filminum er Mass, sum er sjey ára gamal. Honum dámar væl at súkkla, og onkuntíð súkklar hann við vinkonuni, Tinu. Mass hevur eitt gott hugflog, og hann ímyndar sær mangt og hvat, tá hann er úti við súkkluni. Tá er hann Battmass og hon er Sóljugentan. Saman fara tey á eina spennandi ferð.
Boðskapurin er, at øll, sum súkkla, mugu nýta hjálm. Tað kann bjarga lívi tínum.
Nógvur tónleikur er í filminum, og tað er eisini Jóhan í Kollafirði, sum hevur gjørt tónleikin. Hann spælir sjálvur øll ljóðførini og hevur sett saman.
Tað er ikki sami tónleikur, sum varð nýttur í danska hoyrispælinum, men Jóhan hevur gjørt nýggjan tónleik til filmin.
Finnbjørn Hansen hevur gjørt tekningarnar til filmin, og hann metir, at hann hevur gjørt eini 40 tekningar til filmin. Hvør tekning tekur eini 2-3 tímar hjá honum at gera.
Felagið sjónband hevur framleitt filmin. Sjóband hevur staðið fyri teknisku samansjóðanini av myndum og ljóði í samstarvi við Ferðslutrygd.
Øll børn fáa eitt eintak
Sjónbandið Battmass er ætlað teimum seks ára gomlu børnunum. Øll børn í Føroyum eru av sær sjálvum limir í Ferðsluringi Barnanna, og sjónbandið er ískoyti til annað tilfar, sum tey í Ferðsluringi Barnanna fáa sendandi.
Á sjónbandinum er eisini ein undanfilmur, sum tekur tveir minuttir, ið snýr seg um súkkluhjálmar. At enda er eitt innslag á ein minutt um endurskin.
Stuttligt at hoyra tað aftur
Trý av børnunum, sum hava lagt røddir til filmin, vóru eisini og hugdu at frumsýningini. Hallur Joensen, Henrietta Hammer og Albjørg Joensen tóku fyri fýra árum síðani røddirnar upp til hoyrispælið. Tey eru øll úr Kollafirði og eru í dag sekstan ára gomul.
- Tað var ógvuliga stuttligt at vera við tá, og tað er stuttligt at hoyra tað aftur í filminum, siga tey trý.
Tey ivast eitt sindur í, um boðskapurin í filminum kemur nóg greitt fram fyri smábørnum, tí kanska er í so nógvur dentur lagdur á søguna framum boðskapin um at vera í hjálmi.
Røddirnar í filminum eiga Hallur Joensen, Henrietta Hammer, Albjørg Joensen, Mai Jacobsen, Hanna Tove Áarstein, Jóannes Niclasen, Páll av Teiginum og Jóhan í Kollafirði.