Fiskivinna
Enniberg - Runavík:
Verksmiðjan á Ennibergi verður sum nýggj. Hóast ikki verður skift út, verður nýtt sett afturat, og sumt vent við, so nógv arbeiðsligari verður umborð.
Tað sær út sum eitt byggipláss, og tað er tað eisini. Á bryggjuni niður við skipssíðuni liggja dungar av tilfari, sum tikið er úr skipinum og skal beinast burtur. Sama lagið er á dekkinum, og niðri á verksmiðjudekkinum er mest at kalla hurlivasi.
Tað hanga leys rør ymsastaðni. Menn ganga aftur og fram og eru upptikinir av ymsum. Tað standa ymisk nøvn á rygginum á ketildraktunum, so líkt er til, at her eru fleiri smiðjur í gongd.
Kokkurin
Smiðirnir greiða frá, at kokkurin gongur uppi í galluni. Hann er við at rigga av eftir døgurðan, siga teir.
Tá vit koma uppá, er hann liðugur við avruddingina, men liggur á knæ í gongini og leggur papp eftir dúrkinum. Her skal ikki dálkast nakað. Og tað sæst eisini, at skipið er væl hildið.
Klæmint Sólsker er kokkur i dag. Teir eru tveir kokkar við, og meðan skipið hevur ligið á Runavík, hava teir upp á skift verið umborð og gjørt mat til arbeiðsfólkið.
?Tað eru umleið 40 mans til døgurða hvønn dag, og nakað færri koma til nátturða, greiðir kokkurin frá.
Hendan skipanin roynist væl, sigur hann, og heldur, at arbeiðsfólkinum eisini dámar hana væl, tí tað er nógv lættari hjá teimum at hava alt á einum stað. Arbeitt verður frá morgninum til nakað væl ut á kvøldið.
Tað hydrauliska, sum gjørt verður umborð, ger fólk frá Oilwind í Miðvági, og teir menninir búgva fast umborð. Teir koma mánamorgun og verða so fyri vikuna, greiðir Klæmint frá.
Nýggj útgerð
Tað verður í grundini einki skift út umborð, sigur Mortan Johannesen, reiðari. Men ymiskt verður sett í afturat, sigur hann.
Eitt nú er nýggj skiljilinja, sum flokkar fløkini, keypt frá Marel í Íslandi, sum verður sett upp í samráð við Formula.fo.
Eisini eru nýggj vaksikør keypt úr Íslandi og verða sett upp, soleiðis at fiskurin nú verður reinari, áðrenn hann verður skorin, tí hann sleppur at bløða betri.
Ein bitamaskina verður sett upp. Hon fer at skera fløkini i smærri bitar, alt eftir, hvat marknaðurin vil hava.
Tað ger so aftur, at frystiorkan má økjast, sigur Mortan Johannesen. Hon verður nú umleið tað dupulta av tí, hon var frammanundan.
FJM í Runavík stendur fyri smiðjuarbeiðinum, meðan Oilwind í Miðvági ger tað hydrauliska.
Enniberg hevur ligið á Runavík einar tveir mánaðar, men reiðarin roknar við, at teir sleppa avstað seinast í næstu viku.
Mortan Johannesen hevur ongan hug at tosa um prís fyri arbeiðið umborð á Ennibergi annað enn, at tað er dýrt.
Fiskiskapurin
Enniberg fer eystur eftir, nú farið verður aftur til fiskiskap. Væntandi verður hann í Brentshavinum, til farið verður at fiska kongafisk í Irmingarhavinum einaferð um hálvan apríl, sigur Mortan Johannesen.
Mortan Johannesen eigur eisini Ljósafelli, sum í løtini er á Flemish Cap og roynir eftir svartkalva.
Men har gongur einki soleiðis, sum er, sigur reiðarin. Illveður hevur verið seinastu dagarnar, og Ljósafelli lá bakk stóran part av seinastu viku og eisini fleiri dagar hesa vikuna.