Hóast tað ikki var hon, sum setti hol á arbeiðið, hevur Laura Joensen seinastu vikurnar verið leikstjóri hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum fer at spæla Ibsen-leikin Afturgongur.
Frumsýningin av leikinum verður í kvøld, og undan hesum kvøldinum hava verið vikur við venjingum og eisini onkrum óvæntaðum tilburði.
Hollendskur leikstjóri kom til Klaksvíkar at leikstjórna leikinum, men hon fór av landinum aftur fyri nøkrum vikum síðani, tí hon helt ikki, at samstarvið riggaði.
Men Klaksvíkar Sjónleikarfelag gav ikki upp av teirri orsøk. Laura Joensen tók yvir sum leikstjóri, og hon hevur tikið um endan.
? Tá tú kemur uppí ein leik soleiðis mitt í tí heila, verður tú noydd at gera nøkur kompromis, tí venjingarnar vóru komnar væl ávegis, sigur hon.
Hildu fram
Tá Laura tók yvir sum leikstjóri var valið at byrja fullkomiliga av nýggjum ella at byggja á tað grundina, sum varð løgd.
? Høvdu vit byrjað av nýggjum, hevði leikurin ikki verið frumsýndur nú. Vit valdu at halda fast um grundina sum varð løgd, men onkrar broytingar eru sjálvandi gjørdar, sigur Laura Joensen.
? Sum leikstjóri ynskir tú sjálvandi at verða við frá byrjan, men tað hevur ikki latið seg gjørt í hesum føri. Men eg vóni, at eg havi sett míni fingramerki á leikinum, og tað er kanska serliga galdandi fyri sjálvt spælið, sigur hon.
Klassikari
Henrik Ibsen verður skýrdur at verða mætasti dramatikari í 19. øld. Leikir hansara vunnu stóra viðurkenning, og teir vórðu ikki bert framførdir á øllum teimum týðandi pallunum í Europa, men eisini í USA og í Japan.
Leikurin Afturgongur er ein av kendastu leikunum hjá Ibsen. Leikurin, sum varð skrivaður í 1881, verður framvegis spældur, og nú eru tørnið komið til Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Afturgongur er eitt familjudrama, ið gongur fyri seg á einum norskum harragarði. Múgvandi kamarharrin, Alving, er deyður 10 ár áðrenn leikbyrjan, og einkja hansara ger av at reisa manni sínum heiðursminni. Sonurin Osvald, ið er listamálari og býr í Paris, kemur heim til vígsluna, og hann kennir einki til ólevnaðin hjá pápanum, sum øll í leikinum onkursvegna eru knýtt at.
Eingi lættisoppi
? Afturgongur er eingin lættisoppi, men tað er ein stórur og spennandi leikur, sum setir spurnartekin við partar av lívinum, sigur Laura Joensen.
? Leikurin er skrivaður fyri meiri enn 100 árum síðani, men hann verður framvegis spældur kring heimin. Tað er ikki tilvildarligt. Leikurin viðger nøkur ting, sum framvegis eru aktuell og sum eisini verða tað í framtíðini.
Afturgongur er ein øðrvísi leikur, tá hugsað verður um Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Felagið hevur spælt nógvar frálíkar skemtileikir, men álvarsleikirnir sum hesin hava verið fáir.
? Eg eri sera spent at vita, hvussu klaksvíkingar fara at taka ímóti leikinum. Hetta er spennandi leikur, sum eisini er ein stór avbjóðing hjá leikarunum at spæla, sigur Larua Joensen.
Fimm leikarar eru í leikinum, og talan er um royndar leikarar hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Adelborg Linklett hevur leiklutin sum einkjan Helena Alving. Hini í leikinum eru Bjarni Ziska Dahl, Súni Svabo Samuelsen, Jógvan Brim Joensen og Eyð Matras.
Allir leikararnir hava drúgvar royndir á palli ? bæði í Klaksvík og aðrastaðni.
Leikurin verður frumsýndur í Atlantis í kvøld klokkan 20.00.










