Fakliga trúvirðið í sernámsfrøðini líður undir vantandi kunning og manglandi heildarætlanum. Brúkarin fær ov lítið burtur úr teimum mongu milliónunum, sum verða brúktar innan sernámsfrøðiliga økið. Og bæði foreldur og børn verða ørkymlað av mannagongdunum í verandi skipan.
Hetta eru nakrar av hørðu atfinngunum, sum sernámsfrøðisligi arbeiðsbólkurin kemur við í einum fyribils áliti.
Ætlanin við hesum áliti er at lata fólk, sum hava áhuga fyri økinum, koma við viðmerkingum og hugskotum, áðrenn álitið verður endaliga skrivað. Alt áltið kann lesast á heimasíðuni hjá bólkinum (www.umms.fo/ser), og her ber eisini til at kjakast um álitið og senda bólkinum viðmerkingar.
Arbeiðsbólkurin varð settur seint í fjør fyri at kanna alt tað sernámsfrøðisliga økið í landinum, sum tað er vaksandi ónøgd við millum bæði brúkarar og starvsfólk.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Torbjørn Jacobsen, mannaði nevndina við Hans Trygva Teirin, Tóru Tóroddsdóttir og Steintór Rasmussen, og tey eru komin væl ávegis við arbeiðnum, sum skal verða liðugt í seinasta lagi 1. oktober í ár.
Pengar brúktir illa
Arbeiðsbólkurin hevur kannað sernámsfrøðiliga økið og sigur mangt og hvat verða komið undan kavi, meðan tey hava kannað krókar og skot.
Tey staðfesta, at heildarveitingin til sernámsfrøðisliga økið táttar í 90 milliónir krónur árliga.
? Hóast hesar upphæddir kunnu tykjast høgar, eru mest sum øll samd um, at brúkarin ? tað er barnið við tí serliga tørvinum ? fær ov lítið burturúr, og at mannagongdin í hesum sambandi er tung og strevin, sigur arbeiðsbólkurin í fyribilsálitinum.
? Alt ov lítil orka verður løgd í skipaða greining av børnunum av fyrstan tíð, og tey fáa heldur ikki neyðugu tvørfakligu vegleiðingina í hesum sambandi. Endaliga greiningin av barninum tekur ov langa tíð, og upplýsingin til foreldrini stendur ov einsamøll og hongur ofta í leysari luft.
Tað tekur í summum førum fleiri ár at staðfesta, hvat er áfatt við einum barni, og nógv børn verða send til Danmarkar til kanningar hjá donskum læknum, sum vitja í Føroyum.
? Ofta verður borðreitt við fleiri enn einari sjúkugreining til somu familju og harafturat á donskum/latínskum máli, ið ikki einfaldar ruðuleikan, sigur arbeiðsbólkurin.
Broyta skipan
Harði kritikkurin av sernámsfrøðisliga økinum er umfatandi, og ein av aðaltættunum í atfinningunum er, at ymisku eindirnar ? stovnar og verk ? samstarva ov illa, og hetta ger støðuna hjá foreldrum og børnum sera trupla.
Tað er alneyðugt fyri bæði brúkaran og avvarðandi, at ein einfaldari heildarkarmur verður gjørdur, sigur arbeiðsbólkurin.
Bólkurin mælir til at avtaka verandi skipan og seta aðra ístaðin.
Nýggja skipanin skal byggjast upp av eini greiningarstøð og fimm fakeindum. Ætlanin er, at greiningarstøðin skal tryggja eina meira skipaða mannagongd á økinum og gera viðurskiftini einfaldari hjá børnum, foreldrum og starvsfólki.
Tær fimm fakdeildirnar hava servitan á sínum økjum, men starvsfólkini skulu samstarundis lutvíst arbeiða á greiningarstøðini.
Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina nýggja skipan við neyvum frágreiðingum um virksemi, og í fyribils álitinum ber til at lesa um hesa skipanina.
Arbeiðsbólkurin vónar, at fólk vilja kjakast um álitið, og at tey koma við hugskotum til bólkin. Álitið liggur frammi til 1. juni, tá bólkurin fer undir at leggja seinastu hond á arbeiðið, sum skal rundast av áðrenn summarferiuna.