Heimamissiónin hevði ármøti í Nesvík nú um dýrabiðidagshalguna. Rættiliga væl av fólki var á møtunum, sigur Tom Skaale, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann roknar við, at hesar dagarnar hava umleið 3.000 fólk verið í Nesvík tilsamans.
Tað er sunnukvøld, og fólk eru við at rigga av. Ein áhaldandi røð av bilum er á veg niðan á høvuðsvegin, meðan onnur renna millum bilarnar á parkeringsplássinum. Tað regnar, og fólk tykjast hava skund, tá tey koma útum. Har skjól er, standa fólk og práta. Tað vil so vera, at tú hittir onkran, tú kennir, men ikki hevur sæð eina tíð. Ella kanska bara hevur hitt onkran fyrstu ferð, og so hevur hug at práta eitt sindur eyka.
Men innan fyri gongur tað fyri seg. Long borð standa í gongini, og fólk ganga framvegis til og frá við koppum og tallerkum. Onnur sita í sofum og á stólum og hugna sær. Í stóru høllini er rættiligt lív. Fólk eru í ferð við at rudda av. Borð og stólar verða tikin niður og sett upp á pláss í teimum goymslurúmum, har tey eiga at vera, til næsta stóra tiltak verður í húsinum.
Vit fáa orð á Tom Skaale, aðalskrivara hjá Heimamissiónini og Torleif Johannesen, sjómanstrúboða, og fáa teir at gevast eina løtu við ruddingini, meðan vit práta eitt sindur.
Tað mesta fólkið hevur verið til sjálv møtini seinnapart og um kvøldið, siga teir. Tiltøkini, sum hava verið, serliga fyrrapartarnar, hava verið eitt sindur slakari vitjað. Frágreiðing frá skrivaranum, og um hvussu húsið verður rikið. Tað fíggjarliga. Tað er líkasum fólk ikki rættiliga eru við, hóast tey fegin vilja gjalda til raksturin.
Her koma nógv ymisk fólk til møtini, sigur Torleif Johannesen. Fólk, sum kanska ikki vanliga ganga á møti í tí lokala missiónshúsinum. Tað er kanska líkasum eitt sindur lættari at koma higar. Gáttin er lág, og húsið liggur væl fyri, sigur hann.
Annars hevur aldursbýtið verið rættiliga javnt, siga teir báðir, Tom og Torleif. Væl hevur verið av ungum fólki, og tað fegnast teir um. Eisini var sunnudagsskúli sunnudagin,og tá var nógv fólk. Fríggjakvøldið og sunnukvøldið var so nógv fólk á møti, at tað var verri enn so, at stóri salurin tók. Har sat fólk í gongini eisini.
Eingir heimskendir talarar ella nakað tílíkt hevur verið, sum hevur drigið fólk til ársmøtini. Fólk koma bara.
Tom Skaale, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sigur, at slíkar dagar er saknur í eini eyka høll. Tað er nokk so strævið at arbeiða við bara einari høll, har møtini skulu haldast, eins og allur matur eisini verður serveraður har. Tað verður nógv flyting aftur og fram.
Tom Skaale sigur, at ein høll aftrat var við í fyrsta uppskotinum til Leguhúsið, men at hon varð vald frá av fíggjarligum orsøkum.
Annars er húsið upptikið at kalla hvørt einasta vikuskifti í árinum, sigur Tom Skaale. Her verða hildnar veitslur, so sum brúdleyp, silvur- og gullbrúdleyp og hvat tað nú kann vera. Og tað eru ikki bara fólk við tilknýti til Heimamissiónina, sum koma her, sigur hann. Eisini fólk úr øðrum samkomum hava til dømis brúdleyp her.