Fótbóltur Tað gekk skjótt. Næstan so skjótt, at áskoðararnir bara skrálaðu við, uttan reiðuliga at vita, hvat gekk fyri seg. Men frøin var ikki at fara skeivur av. Klokkan vísti 91.40, tá Clayton Soares [...] og vónaðu, at tað bara var ein dreymur. Tí tað var sum at fáa ein ordiliga frammaná. Tað stóð nógv upp á spæl, tá leikararnir trinu á vøllin hendan frálíka dagin í september. Summi høvdu hug at staðfesta [...] staðfesta, at taparin mátti takka fyri seg í bestu deildini á hesum sinni. Men tað er kanska at taka munnin ov fullan. Hvussu er og ikki, so hava liðini fimm dystir eftir at spæla, og tað eru bara trý stig, sum
Service er kent fyri at hava fremstu og bestu amboðini og fyri at hava starvslið, sum er væl inni í tí, sum tey fáast við. 2005 var hendingarríkt hjá Eivindi og Reyni Service. Árið fyri at undirsjóvartunnilin [...] í 90-unum var Sigrun stjóri á Reyni Service. Eyðkennið fyri tey bæði er, at tey duga væl at fara við fólki, eru trúføst, og at tey eru gestablíð. Fina og Sigird vóru trúføst í Ebenezer, og Eivind gekk [...] flutti aftur til Føroya. Systkini búgva øll í høvuðsstaðnum. Sigird fór longu í 1947 undir at arbeiða upp á bilar og at selja bilar, samstundis sum hann hevði el-installatørvirki í Rættará. Sigird umboðaði
har tað er tørvur á at undirbyggja síni sjónarmið fyri at verða hoyrdur, hava hesi tøl verið sera hent í virkseminum at verja áhugamál fiskimanna. Hesa skipan hevur Olaf verið við til at menna. Fyrstu árini [...] so positivt sinnalag og ein slíkan lívsvilja, at hann hevur fótað sær. Hetta ger eisini, at hann kortini arbeiðir til fulnar. Eisini hjálpir tað nógv, at samanhaldið í ættini er gott, og serliga døturnar [...] num, har hann millum annað gjørdi hagtøl fyri skipaflotan. Í 1974 fór hann at arbeiða á Fiskimannafelagnum. Hetta merkir, at vit báðir hava arbeitt saman í nærum 33 ár. Hesa tíð hevur Fiskimannafelagið
omaná. Hesi fólk hava veruliga dugað at hildið fast við hugtakið, at vera, sum vit onnur, ið veruliga hava tíðina til at vera, kanska hava gloymt ella illa duga at finna rúm fyri í okkara fjáltrandi g [...] gera mat ella bara tosa saman. At eta saman er ikki nøkur sjálvfylgja. Tú skalt hava onkran at eta saman við. Fyri meg hevur hetta hugtakið fingið eitt nýtt innihald. At eta saman við ættarliðnum undan [...] einstakur dagur hevur tess størri virði, og alt størri gerst tilvitanin um týdningin av at vera. Tølini siga kanska, at tey ”gomlu” liva kanska eins leingi uttan eitt Tilhald, men tølini siga einki um lívsinnihald
meg, at tá politikkarar tosa um skattalætta, at teir ikki bara minka um mvg’ið, tí tá haldi eg, at tað verður líka fyri øll. Í fyrstuni, tá J.A. tosaði um skatt frá húsaeigarum var argumentið, at tað skuldi [...] vil fordeila skattin soleiðis, at eigarin gjaldar minni í inntøkuskatti, og restin skal gjaldast í ognarskatti. Minni inntøkuskattur skal fáa fólk at verða glaðari fyri at fortjena pening. Eru vit býtt [...] líkasum slættar vegin. Tá vit ofta nokk hava hoyrt um, at vit mugu hava ognarskatt, ja, so kemur hann, um vit vilja tað ella ei. Tá er ov seint at rópa upp og mótmæla. Einaferð innførdu teir nakað, sum
Frustratiónir At Serbarnir ikki sluppu at spæla eins lætt, og teir kanska sluppu í fyrsta dysti, landana millum, fekk frustratiónirnar at kóka yvir. Eystur europeisk lond eru tiltikin fyri at spæla hart og [...] íslendsku dómarunum, eftir at hesin hevði verið heldur harðligur móti Heina Hanusarsson. Á veg út av vøllinum ætlaði sami serbin at leggja eftir dómaranum, og vóru aðrir ikki so skjótir at reagera, hevði serbin [...] vikaði ikki við myndina, at føroyingarnir kundu vera væl betri nøgdir um dystin. Og serbisku frustratiónirnar vórðu eisini undirstrikaðar, tá ein av teirra varð fekk burturvístur, fyri at fara heldur harðliga
skjótt 25 ár eftir at Róðrarfelagið Knørrur varð stovnað, fari eg ikki at gera meg klókan uppá her. Men eitt er vist, vit hava ongan góðan í Tórshavnar býráð. Tað vísir seg altíð so, at um ein ella fleiri [...] lukkast tað eisini at fáa sakina á skinnarar. Vit hava ongan sovorðnan í Tórshavnar býráð. Okkara støðugu áheitanir á býráðslimir um í øllum førum bara at viðgera okkara støðu og at seta okkum okkurt í [...] týðiliga givið til kennar at hann er sinnaður at arbeiða fyri einari loysn neystatrupulleikanum hjá Róðrarfelagnum knørri. Petur er ein skilagóður maður, og tað er skilagott at stuðla ítróttini í býnum
næstan ikki at síggja á gøtunum, og Noomi, ið vildi taka myndir av fólki, hevði trupult at finna naka gott myndamotiv. Men Føroyar er allíkavæl eitt dreymaland fyri Noomi - hon heldur nevliga, at regn er sera [...] ikki, at eg tók so nógvar myndir av teimum, men tá eg kom heim og hugdi ígjøgnum mítt tilfar sá eg, at eg hevði tikið sera nógvar slíkar myndir, sigur Noomi brosandi. Framsýningin verður aftur at síggja [...] til Føroya, tosaði Sosialurin við tey, og tá var ætlanin at gera eina myndarøð og eitt tónleikastykki um dagin. Eisini var Noomi sera avgjørd um, at hon ikki skuldi taka nakrar náttúrumyndir. Men mongun brestir
og fáa vitjan av GÍ. Tað kom illa við hjá B68, at teir taptu 3?0 í Runavík. Teir halda ikki, at teir høvdu marginalirnar við sær, og teir halda ikki, at teir vístu tann hugburðin, sum skal til, um dystirnir [...] felag at fáa vitjan av HB. Øssur Jacobsen var leikbannaður í Runavík. Hann er tøkur aftur, og eingin annar er leikbannaður. Eingin toftamaður er skaðaplágaður. Merkisvert er tað, at HBararnir fara at hitta [...] Lykladysturin Longu undan GÍ dystinum tosaðu teir í HB um, at lykladysturin, sum fór at hava alstóran týdning fyri, hvør skal vinna FM, fór at verða tann ímóti B68, og tað halda teir framvegis í HB. Sp
slaktari og hevur tann fyrimun, at hann kennir eitt gott kjøtstykki, tá hann sær tað. Hann dugir beinanveg at siga, um tað verður ein góður búffur ella ikki. So tað er upplagt, at hann tekur sær av køkinum, [...] Og tí hava tey lagt seg eftir at hava búffar sum líkasum eitt slag av vørumerki. Her verður annars borðreitt við ábiti, um fólk ynskja tað, og sunnudagar er vanlig matskrá at fáa á middegi. Um kvøldið verða [...] til tess. Tó hevur tað hent seg, at onkur hevur ligið nátt. Eitt gestakamar er, sum tey kunnu leggja fólk í, um soleiðis vil til. Tað eru mest føroyingar, sum koma at fáa sær ein bita í Lonini, sigur Johanna