Olaf Johansen 60 ár

Leygardagin 25. august verður Olaf Johansen í Havn 60 ár.

Pápi Olaf var Elias. Hann var sonur Onnu f. Guttesen og Olaf, sum var úr Rættará. Mamman var Dora f. Gregersen, dóttir Eliu og Grækaris í Guttastovu í Syðrugøtu. Elias og Dora vóru í Danmark undir krígnum, har Elias eisini var við í mótstøðurørsluni móti týskarum. Aftaná kríggið komu tey heim at búgva. Tey fingu fýra synir. Fyrst Bjarna, síðani tvíburarnar Olaf og Dagbjart. Yngstur er Oddur.

Sum ungur fór Olaf í skrivstovulæru, og hann arbeiddi fleiri ár á Búskaparráðnum, har hann millum annað gjørdi hagtøl fyri skipaflotan.

Í 1974 fór hann at arbeiða á Fiskimannafelagnum. Hetta merkir, at vit báðir hava arbeitt saman í nærum 33 ár.

Hesa tíð hevur Fiskimannafelagið ment seg sera nógv. Virkisøkið er breiðkað munandi, sum tað eisini kann síggjast á ársfrágreiðingum felagsins, sum hvørt ár hava verið meira og meira umfatandi.

Ein slík menning kundi ikki verið gjørd uttan dugnaligar medarbeiðarar. Teir hava verið fleiri, men eingin hevur verið nær til so leingi sum Olaf.

Eitt dømi um hesa menning er hagtølini hjá Fiskimannafelagnum. Her hevur verið ment ein skipan, har tað til eina og hvørja tíð kann gerast upp, hvussu gongdin er hjá fiskimonnum. Hesi tøl eru vanliga eitt ár fremri enn almenn hagtøl vanliga eru. Tey eru høgt í metum bæði innan- og uttanlands, og verða nógv nýtt. Í eini tíð, har tað er tørvur á at undirbyggja síni sjónarmið fyri at verða hoyrdur, hava hesi tøl verið sera hent í virkseminum at verja áhugamál fiskimanna.

Hesa skipan hevur Olaf verið við til at menna. Fyrstu árini var tað við kúlupenni og roknimaskinu, seinnu árini við teldu. Fiskimannafelagið hevði vitjan seinasta ársskifti av serfrøðingum hjá ES. Teir vóru ovfarnir av hesum tølum.

Henda hagtalsskipan er eisini bygd á so dyggum grundarlagi, at hon stendur, hvat annað ið so broytist.

Olaf giftist í 1970 við Randi Jørgensen, dóttir Ejler og Bjørghild. Tey fingu tvær døtur. Guðrun, f. 1971, er gift við Kára við Rættará. Tey eiga Turid og Heina. Súsanna, f. 1976, er gift við Sjúrði Skaale. Tey eiga Ragnar og Brandur. Abbi er Olaf góður, og hann hevur enn tá ikki bakkað fyri at fara av landinum at vera dadda.

Olaf hevur havt nógv mótrák seinnu árini. Tvíburabeiggin Dagbjartur doyði í 2003, 56 ára gamal. Randi doyði í besta aldri seinast í 2004 bert 53 ára gomul, og nakað samstundis fekk Olaf heilsuna skerda.

Hetta vildi sligið mangan mann út. Men Olaf hevur eitt so positivt sinnalag og ein slíkan lívsvilja, at hann hevur fótað sær. Hetta ger eisini, at hann kortini arbeiðir til fulnar. Eisini hjálpir tað nógv, at samanhaldið í ættini er gott, og serliga døturnar við familju hava verið góður stuðul.

Olaf hevur stóran áhuga í samfelagsviðurskiftum, og hevur greiðar meiningar. Hann hevur eisini áhuga fyri ætt, og hevur gott skil á ættarviðurskiftum, bæði í Havn og í Gøtu.

Olaf skal hava viðgerð annan hvønn dag, og tí er tað sera avmarkað, hvat hann hevur kunnað ferðast. Men nú hevur tað kunnað latið seg gjørt, at hann kann fara av landinum við øllum sínum at halda henda stóra føðingardagin. Tey fara við Norrønu í morgin.

Tí kemur heilsanin í dag. Ynskt verður ein góð ferð og hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum!


ó.