Ognarskatt, nei takk!!!

Síðan Jørgen Astrup fyrstu ferð tosaði um ognarskatt, havi eg bíðað eftir at onkur skuldi tala ímóti. Higartil havi eg hvørki hoyrt ella lisið eitt einasta orð

Tá ið landskassin er tómur, blómar ein ávísur kreativitetur, nevniliga tann, ið skal fáa hann fyltan aftur. J. A. við sínari skattafilosofi er væl í gongd, hann er fyri sína tíð og líkasum slættar vegin. Tá vit ofta nokk hava hoyrt um, at vit mugu hava ognarskatt, ja, so kemur hann, um vit vilja tað ella ei. Tá er ov seint at rópa upp og mótmæla.

Einaferð innførdu teir nakað, sum kallaðist “oms” í Danmark, tað skuldi bert vera fyribils í heilt stutta tíð, og bert 5% (ella var tað 3%?), tí tað kundu fólk klára at gjalda. Eitt árið varð omsurin enntá tikin av, tí fólk skuldu hava skattalætta. Í dag kennir ongin omsin, tí nú eitur hann MOMS, og er uppá 25%. Í Føroyum leyp man beint útí við 25% mvg. Tað undrar meg, at tá politikkarar tosa um skattalætta, at teir ikki bara minka um mvg’ið, tí tá haldi eg, at tað verður líka fyri øll.

Í fyrstuni, tá J.A. tosaði um skatt frá húsaeigarum var argumentið, at tað skuldi javna út millum eigara og leigara. Tað var so synd í leigaranum, tí hann átti onki, meðan eigarin átti síni hús. Jú, tað er stórur munur á eigara og leigara, tí leigarin hevur alla sín løn (minus húsaleigu, sjálvandi) til sítt egna forbrúk. Tað er ongin, ið forðar honum at seta pening til síðis, so hann hevur eina uppsparing til seinni ella til útgjald til eini hús.

Øll, ið eiga hús vita, hvussu dýrt tað er. Hvørt oyra fer til at gjalda lánið aftur og til viðlíkahald. Leigarin skal onki viðlíkahald gjalda, hann skal bert ringja til eigaran, so verður tað orðnað fyri hansara rokning. Stutt sagt: Leigarin eigur sjálvur tað, ið er til yvirs av lønini, meðan eigarin skal klára seg sjálvan og koyrir alla sína løn í húsini. Tað er eitt val, sum vit húsaeigarar hava gjørt, tí vit vilja hava ein tryggan bústað, har ongin kann tveita okkum út, og tað gjalda vit við gleði. Vit vilja ikki straffast fyri tað.

Einaferð vildi J.A. hava innført hetta serliga danska “merværdi af egen bolig”, t.e. at tú gjaldar eitt ávíst procenttal út frá virðinum av húsinum. Tvs. at um tú leigaði tíni hús út, so hevði tú kunnað fortjent nógvan pening, og tað skuldi tú gjalda skatt av. Álvaratos, sera, sera kreativt, men ræðuliga langt úti. Eg má siga: Nei takk. Vit leiga ikki húsini út, vit búgva sjálvi í teimum.

Hesaferð tosar J.A. um ognarskatt, tí nú er so synd í teimum, ið hava keypt hús til 2-3 mió kr. J.A. vil fordeila skattin soleiðis, at eigarin gjaldar minni í inntøkuskatti, og restin skal gjaldast í ognarskatti. Minni inntøkuskattur skal fáa fólk at verða glaðari fyri at fortjena pening. Eru vit býtt ella hvat? Húsaeigarin hevur í síðsta enda akkurát somu inntøkur og útreiðslur sum nú, meðan landskassin fær ognarskatt frá øllum teimum, ið hava átt hús í nógv ár og hava goldið tey út ella skylda lítið og onki.

Vit mugu siga nei takk til ognarskatt, tí ognarskattur er ein skattaskrúva uttan enda. Tað byrjar við smáum procentum, ið vit øll klára at gjalda.