Vát, bilsin og bergtikin

Tey gjørdust sera vát.

Tey gjørdust sera bilsin.

Tey gjørdust bergtikin!

Unga svenska parið Noomi Riedel Gotland og Rasmus Borg hava nú víst fram hvussu tíggju dagar í Føroyum kunnu síggja út og ljóða.

26. novembur vóru eini 60 fólk savnað í hølinum hjá "Norden i Fokus" í Stockholm fyri at síggja, hvat var komið burturúr Føroyavitjanini hjá myndakvinnuni Noomi og tónleikaranum Rasmus. Framsýningina høvdu tey bæði doypt til "Avtryck av Færøarna", leysliga yvirsett "Spor úr Føroyum".

Áðrenn tey fóru til Føroya, tosaði Sosialurin við tey, og tá var ætlanin at gera eina myndarøð og eitt tónleikastykki um dagin. Eisini var Noomi sera avgjørd um, at hon ikki skuldi taka nakrar náttúrumyndir.

Men mongun brestir ætlan. Tá tey komu til Føroyar 1. august í ár, var ódnarveður. Ætlaði Mykinestúrurin var avlýstur vegna veður, og køld og vát fóru tey til Giljanesar at gista.

- Tað var sera ringt veður allatíðina, vit vóru í Føroyum, sigur Rasmus. Ein og ein hálvan dag haldi eg, at tað vóru nakrir sólarglottar.

Hetta ávirkaði sjálvandi ætlan teirra. Fólk vóru næstan ikki at síggja á gøtunum, og Noomi, ið vildi taka myndir av fólki, hevði trupult at finna naka gott myndamotiv.

Men Føroyar er allíkavæl eitt dreymaland fyri Noomi - hon heldur nevliga, at regn er sera vakurt.

Av tí eru nógvar av hennara myndum tiknar gjøgnum vátar og døggutar rútar. Soleiðis ein oftani sær Føroyar.

 

Gudstænasta í Eiði

Rasmus fann sín íblástur í kirkjunum. Hann var til gudstænastu í Eiðis kirkju og dámdi honum tónleikin har sera væl. Hann keypti eina føroyska koralbók, og nýtti hana til íblástur, tá hann gjørdi tónleikin úr Føroyum.

Tónleikurin hjá Rasmussi var trupul at hoyra á framsýningini hjá "Norden i fokus". Nógv fólk var, og trongt hølið, so tað vóru mest myndirnar hjá Noomi ein kundi njóta.

Rasmus hevði tó sína nótabók liggjandi frammi, og oman fyri tey ymisku stykkini hevði hann skrivað, hvat tað var, ið hevði givið honum íblástur til akkurát tann tónleikin. Onkustaðni stóð "Vága floghavn-Sørvágur", "Risin og kellingin" og so "Den gamla damen".

 

Hvat er søgan aftanfyri "Den gamla damen"?

-Tað var ein sera vinarlig ensk dama, sum vit møttu tann fyrsta dagin, vit komu til Føroyar. Hon skuldi eisini við bátinum til Mykinesar. Vit gistu á sama stað sum hon og søgdu síðani farvæl, men vit sóðust aftur fleiri ferðir á teimum løgnastu støðum. Hon gav okkum sera nógvan íblástur, sigur Rasmus.

Tónleikurin hjá Rasmussi er sera róligur - sjálvur vil hann kalla tað fyri "regn-tónleik". Klaver og trompet er tað, ið mest verður nýtt.

Samstarvið millum tey bæði fór fram soleiðis, at tey hvønn dag góvu hvørjum øðrum eina mynd og eitt tónleikastykki, sum síðani bleiv ein nýgg mynd og eitt nýtt tónleikastykki!

Eitt, ið Noomi gjørdist sera bilsin yvir, og sum fleiri av gestunum á framsýningini eisini høvdu á orði, vóru allir fótbóltsvøllirnir, hon tók myndir av.

- Eg hugsaði nógv um hesar fótbóltsvøllir, sum vóru allastaðni. Eg helt sjálv ikki, at eg tók so nógvar myndir av teimum, men tá eg kom heim og hugdi ígjøgnum mítt tilfar sá eg, at eg hevði tikið sera nógvar slíkar myndir, sigur Noomi brosandi.

Framsýningin verður aftur at síggja í vár í Stockholm, og bæði Noomi og Rasmus vóna at tey kunnu koma til Føroyar og vísa síni verk fram.

Nú fara ungu listafólkini til Suðurafrika at halda jól - í summar verða tey væntandi aftur í Føroyum.

 

-