Tað er nógv, ið ikki er lívsneyðugt, um vit hugsa um bráðan deyða.
Ivaleyst høvdu vit komið undan við lívinum, høvdu vit ikki bøkur, tónleik, operahúsið í Sydney, standmyndina av Effersøe á vaglinum ella grasvøllin í Gundadali.
Men fólk skulu ikki bert liva, tey skulu eisini vera.
Flestu aldursbólkar hava síni einkarbørn, tá hugsað verður um at vera.
Soleiðis er eisini í Føroyum, men tað eru aldursbólkar, ið ikki hava eins sterka rødd og aðrir, og tí gloyma okkara lógarsmiðir og aðrir róðursmenn ofta hesar stillføru røddir í hurlivasanum av paragraffum og talrøðum.
Eg havi haft tað stóru gleði at eygleitt hvussu Tilhaldið í Tórshavn hevur ment ”seg” til ein sannan orkudepil.
Her savnast ein aldursbólkur, sum hevur lagt rygg til teir lunnar, ið vit yngru hava bygt okkara ríku tilveru omaná.
Hesi fólk hava veruliga dugað at hildið fast við hugtakið, at vera, sum vit onnur, ið veruliga hava tíðina til at vera, kanska hava gloymt ella illa duga at finna rúm fyri í okkara fjáltrandi gerandisdegi.
Men tey hava eisini í stóran mun dugað at gera.
Eitt er ein bygningur og ein bankaboks. Eitt annað er eitt savningarstað, har fólk kunnu mennast og kennast, savnast og vera ella savnast og gera.
Har fólk, ið eru borin í heim eina øld undan fyrstu telduni, kunna fáa rúm, tøkni og stuðul til at fáa innlit í verð teirra ungu, har fólk við vetrartyngd kunnu savnast um ljós ella handaligt arbeiði, har fólk kunnu lesa (Tilhaldið hevur eitt bókaríkt bókasavn), syngja, spæla kort, gera mat ella bara tosa saman.
At eta saman er ikki nøkur sjálvfylgja. Tú skalt hava onkran at eta saman við.
Fyri meg hevur hetta hugtakið fingið eitt nýtt innihald.
At eta saman við ættarliðnum undan mær, sum undir kønari leiðslu og við lívslongum royndum stórari arbeiðsgleði heldur hús fyri javnaldrunum, er av sonnum nakað, ið setur eitt miðaldrandi fjálturslív í perspektiv.
Eg kundi nevnt mong dømi um tey virði, ið hetta hús og tess leiðsla úr bankaboksini hevur fyri ein sera virðismiklan part av okkara fólki, men lat fara, vit gerast øll eldri og livst so spyrst.
Mítt ættarlið sýnist hava gloymt, at lívið hjá øðrum fólkasløgum og aldursbólkum ikki kann gerast upp í tølum.
Liva vit nóg leingi, so kemur ein dagur, har vit alt oftari hittast í Kapellinum ella á kirkjugarðinum.
Lívið tódnar og dagarnir fækkast, men hvør einstakur dagur hevur tess størri virði, og alt størri gerst tilvitanin um týdningin av at vera.
Tølini siga kanska, at tey ”gomlu” liva kanska eins leingi uttan eitt Tilhald, men tølini siga einki um lívsinnihald og lívsvirði.
Ein fepurstokkur í øðrum endanum og ein sonda í hinum er uttan iva upp á sítt pláss í summum førum - og av røttum týdningarmikil kolonna í tølunum hjá teimum ráðandi.
Men at seta hesi dømi upp - hvør móti øðrum - er í hvussu er lítið hugaligur lesnaður hjá okkum, ið skjótt hava sondina og fepurstokkin fyri neyðini við hvørt, og bert kunnu tosa um Tilhaldið í tátíð, tá vit hittast á kirkjugarðinum ella tilvildarliga í SMS.










