Eivind av Reyni 60 ár

Sunnudagin 12. juli fyllir Eivind av Reyni í Havn 60 ár. Hann er havnarmaður og millum manna kendur sum ánari og stjóri á Reyni Service.

Eivind vaks upp niðri í Rættará. Foreldrini vóru Josefina, f. Thomsen úr Skemmuni í Porkeri, ella Fina, sum hon varð nevnd, og Sigird av Reyni, ið var ættaður av Ingutrøð í Havn.

Fina og Sigird fingu fimm børn: Janus, Jóann, Christina (1947-1986), Eivind og Anna. Fina og Sigird búðu niðri undir krígnum, og Janus og Jóann vórðu føddir, áðrenn familjan flutti aftur til Føroya. Systkini búgva øll í høvuðsstaðnum.

Sigird fór longu í 1947 undir at arbeiða upp á bilar og at selja bilar, samstundis sum hann hevði el-installatørvirki í Rættará. Sigird umboðaði eitt nú ensku Morris bilarnar hjá British Motor Company.

Kanska var tað upplagt, at yngsti sonurin skuldi ganga í faðirsins fótasporum. Men í staðin fyri at fara í læru hjá pápanum, so fór Eivind í læru sum bilmekanikari hjá Frits Jensen, sum hevði verkstað og bilasølu í Gundadali.

Eivind varð avlærdur í 1969, og tá fór hann at arbeiða saman við pápanum. Hann var altso 20 ára gamalur, tá ið hann fór at selja bilar, og Eivind hevur selt bilar í fjøruti ár.

Eivind yvirtók eftir pápan, sum arbeiddi saman við og stuðlaði so leingi, sum hann livdi.

Í 1978 flutti Reyni Service úr Rættará og í nýggjan virkisbygning í Hoyvík. Í sær sjálvum var tað stórt frambrot, men serliga stór gjørdust menningin og vøksturin, eftir at Reyni Service í 1980 fór at umboða Toyota bilarnar.

Lyklaorðið hjá Eivindi og Reyni Service hevur verið tænastustøðið. Karmarnir eru vaksnir og víðkaðir fleiri ferðir, og Reyni Service er kent fyri at hava fremstu og bestu amboðini og fyri at hava starvslið, sum er væl inni í tí, sum tey fáast við.

2005 var hendingarríkt hjá Eivindi og Reyni Service. Árið fyri at undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar varð tikin í nýtslu, vórðu nýggja verkstaðið og bilsølan við tunnilsmunnan í Borðoyavík tikin í nýtslu, og hetta sama árið keypti Eivind alt bilvirksemið og verkstaðsbygningin hjá P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin. Eftir yvirtøkuna broytti Eivind navnið soleiðis, at Auto Service, sum var gamla navnið, kom aftur til heiður og æru.

Eivindi giftist í 1975 við Sigrun, f. Lamhauge, og ættað úr Havn. Børnini hjá teimum eru Leif, Sigrid, Sámal og Christina. Eivind eigur seks abbabørn, og eitt er á veg.

Sigrun og Eivind hava øll árini verið í felag um Reyni Service. Eitt skifti í 90-unum var Sigrun stjóri á Reyni Service. Eyðkennið fyri tey bæði er, at tey duga væl at fara við fólki, eru trúføst, og at tey eru gestablíð.

Fina og Sigird vóru trúføst í Ebenezer, og Eivind gekk í foreldranna fótasporum í samkomuni. Í nógv ár var hann sunnudagsskúlalærari, og so hevði hann saman við øðrum ábyrgd fyri fleiri øðrum tænastum.

Seinastu árini hevur Eivind verið partur av samkomuni í Marknagili.

Sigrun og Eivind hava serligan tokka til Hetland, har tey hava ferðast nærum á hvørjum ári síðani fyrst í 80-unum. Tey eiga nógvar vinir í samkomuni har niðri, og tey hava verið góðir stuðlar í barnalegunum, sum tað varð farið undir í 1994.

60 ára føðingardagurin verður hildin í nýggju hølunum á Reyni Service í Hoyvík sunnudagin 12. juli frá kl 12.00 til 17.00, har øll eru vælkomin.


-red