Serbar fingu skarpan gang

Føroyska landsliðið tapti 33-28 móti Serbia, men í stórum pørtum mátti nummar 20 á heimstyrkislistanum stríðast hart fyri sigrinum

Føroyar-Serbia 33-28 (15-14)

Sammett við dystin á útivølli fyrr í vikuni var talan um hamskift føroyskt lið. Kanska vóru serbar ikki til reiðar at fáa somikið harða mótstøðu, men føroyingarnir vóru 100% til reiðar frá fyrsta bríksli.

Stóran part av fyrra hálvleiki vóru okkara eisini á odda, men sum seinni hálvleikur leið, kom Serbia alt nærri væntaða sigrinum.

Men tað vikaði ikki við myndina, at føroyingarnir kundu vera væl betri nøgdir um dystin. Og serbisku frustratiónirnar vórðu eisini undirstrikaðar, tá ein av teirra varð fekk burturvístur, fyri at fara heldur harðliga eftir Heina Hanusarson.


Serbar undir trýsti

Serbar høvdu latið átta leikarar sita eftir heima, men tað skal ikki vera ein umbering, sigur ungi serbin, Petar Nenadic. –Vit høvdu átta leikarar heima eftir í Serbia, sum annars høvdu spælt við í dag, men tað er ongin umbering. Vit møttu einum sera stríðsinnaðum føroyskum liði í dag, og serliga málmennirnar hjá føroyingunum góvu okkum trupuleikar. Tá vit so samstundis ikki spæla upp til okkara besta, tá gerst tað ein trupul dystur, sigur fryntligi Petar Nenadic, ið dagliga spælur við Algeciras í Spania.


Frustratiónir

At Serbarnir ikki sluppu at spæla eins lætt, og teir kanska sluppu í fyrsta dysti, landana millum, fekk frustratiónirnar at kóka yvir.

Eystur europeisk lond eru tiltikin fyri at spæla hart og annars vera lið, ið spæla rættuliga væl, tá lagið er gott. Og hinvegin spæla heldur harligt, tá lagið ikki er tað besta. Lagið man ivaleyst ikki hava verið serliga gott á serliga einum av serbunum, tí Dragan Marjanac, ið dagliga spælur við PICK Szeged í Ungarn, fekk beinleiðis burturvísing frá íslendsku dómarunum, eftir at hesin hevði verið heldur harðligur móti Heina Hanusarsson. Á veg út av vøllinum ætlaði sami serbin at leggja eftir dómaranum, og vóru aðrir ikki so skjótir at reagera, hevði serbin lopið á dómaran.

Tá Heini Hanusarsson, nakrar minuttir seinni fekk sína triðju 2-minuttirs útvísing, og harvið burturvísing, og skuldi fara í skiftirúmið, stóð uppøsti serbin fyri Heina, og eitthvørt hendi í gongini, men serbin fekk boð av bonkinum við einum lyftum peikifingri, um at fara út alt fyri eitt, og so var.


Stórt nøgdsemi

Áskoðararnir góvu eisini sítt nøgdsemi til kennar, tá føroyska liðið varð fagnað við lógvabrestum, tá tað eftir 60 harðar minuttir fór av vøllinum. Føroyingar vóru frammanfyri í 20 minuttir av dystinum, og ikki fyrr enn fimm minuttir írestaðu av fyrsta hálvleiki, kom Serbia fyri seg. – Hetta er eitt sera gott úrslit, og vit vóru nær við at geva teimum ein veruligan hvøkk, sigur landsliðsvenjarin, Dia Midjord, og leggur afturat at um Føroyar koma við einum eins góðum innsatsi móti Ísrael, komandi mikukvøld, so verður tað ein sera góður dystur.

So nú er bert at vóna at tað gongur eftir vild hjá føroyska landsliðnum, ið hevur tveir dystir móti Ísrael, ávíkavist mikudagin og leygardagin, heima og úti.


Fakta:


Føroyar-Serbia 28-33 (14-15)

Føroyskir málskjúttar: Sveinur Justinussen 6, karl Herup Olsen 4, Heini Hanusarsson 4, Dánjal Tórgarð 3, Rókur Akralíð Nielsen 3, Áki Olsen 2, Hans Á. D. Christiansen 2, Tróndur Kragesteen 1, Janus Sørensen 1.

Útvísingar: Føroyar 3, Serbia 3

Burturvísingar: Føroyar 1, Serbia 1