onga viðmerking hava í løtuni. Hann heldur tó, at nú danir hava valt ikki at leggja seg út í føroyskan politikk, so eiga føroysku umboðini á fólkatingi heldur ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk [...] Müller Fíggjarnevndin í danska fólkatinginum samtykti hósdagin avtaluna millum Føroyar og Danmark, dagin eftir at sama avtala varð samtykt av einum einmæltum løgtingi. Men samtyktin í donsku fíggjarnevndini [...] avtaluni, nú tá nettup hesir báðir flokkar hava fingið fulla undirtøku frá sínum fólkatingsmonnum í Føroyum gjøgnum árini. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta skuldi verið eitt frálíkt høvi hjá Óla Breckmann
roynist í verki. Annars taki eg fult undir við tí, sum býráðsformaðurin í Klaksvík førdi fram í sambandi við tað orðaskifti, sum er farið fram um miðsavnan. Leggið alt, sum hevur við fiskivinnu í Klaksvík [...] avtoftan av tí Føroyum, sum liggja uttan fyri miðstaðarøki. Nú verður ikki bara tjóðveldisflokkurin men øll samgongan roynd í verki hvat tey standa fyri. Tey, sum valdu tjóðveldisflokkin í Suðuroy, settu [...] tað frá býráðslimum í Tórshavn verður víst á, at teir hava bedingar bæði í Tórshavn og á Skála, so eru vit so væl fyri, at vit hava eina vælvirkandi beding við vælútbúnum handverkarum í Vági. Tað hevur eisini
sum Absalon í fjør gav út saman við øðrum. Hann er tó snøggaður nakað og er breiðari í mun til hæddina. Hin kalendarin er nýbrótandi í føroyskum høpi. Hann er í cd-stødd og liggur inni í einum cd-húsa [...] ymisku halgi- og frídagarnar - nevnliga fyri at hann skal kunna nýtast í ymiskum londum. Myndakalendarnir fáast til keyps í Tórshavn í dag og aðrastaðni um landið ein av fyrstu døgunum. Kalendarnir kosta [...] »Føroyar 1999« eru ikki somu myndirnar í báðum kalendarunum. Myndirnar umboða tær ymisku árstíðirnar og er tað serliga miðstaðarøkið, sum er mest avmyndað. Onnur øki í landinum eru tó eisini nakað umboðað
skal henda í tann mun, ið tørvur er á hesum og eitt er heilt vist: Tað er ikki tørvur á eini beinleiðis oljuútgerðarhavn í Føroyum tey komandi 3-5 árini. Føroyskur førleiki fyrst og fremst Í sambandi við [...] veitingarskip) fer í ein »menningargrunn«. Hesin grunnur skal síðani, við atliti til fjølbroytta menning, verða við til, at føroyingar í heild fáa ágóða av, at oljupeningur er farin í umfar í landinum. Tað [...] á einum minimum í leitingarfasuni. Í staðin skulu vit leggja áherðslu á, at samskipa og tilrættarleggja soleiðis, at vit føroyingar fáa sum mest burtur úr teimum aktivum, vit ráða yvir í dag. Eingin forðing
telduni ella draga úr internótini. Í molum og í pettum. Tvørturímóti er vitan innlit í tey ymisku viðurskiftini, í heiminum, í náttúruni, í samfelagnum o.s.v., innlit í samanhangirnar, treytirnar, orsøkirnar [...] og fríðar sum baldursbráin, íð prýðir sandin í Sólhavn. So ymiskar tær eru í útsjónd, í einum eru tær líkar: látrinum! Tær hava glaðasta og fríasta látur í landinum, tað er ein látur, sum hvørki virðir [...] tí í spurninginum liggur ein ótti fyri, at hava tit nú gloymt hvat íð tað er sum vit øll liva av, hvat íð tað er sum føðir okkum øll? Og tey hava púra rætt, at tað fer at verða svangligt í Føroyum, sýna
til fyriuttan. Eg ivist í um tað yvirhøvur ber til at skapa karmar um eina modernaða vinnu í Føroyum anno 2000 uttan at lyfta hesa byrðuna við orku og møguleikum, sum liggja í tí almenna bygnaðinum! Ella [...] Vit eru komin inn í eina ónda ringrás, hava start okkum blind uppá alt tað, sum vit halda var gjørt skeivt í 80-unum, hóast tað var í 90-unum vit gjørdu skaðan, serliga tey seinastu árini. Hendan ónda [...] ringrásin endar í eini vitanarfellu, sum er væl truplari enn nøkur rentufella at lyfta seg uppúr. Í hesum leiki hava vit mist takið á modernaðu vinnukarmunum, sum vit annars eftir tógvið stríð í 50-unum, 60-unum
Danmarkar at verða sum barn. Tey seinmentu høvdu ongar møguleikar í Føroyum í teimum døgum, og tí vóru tey flestu send niður. Martin gekk í skúla í Skopun, til hann var 12 ára gamal. Trupult var hjá honum at [...] á verkstaðnum Vón í heili 18 ár. Á Sosialinum hevur Martin starvast í 13 ár, og hann sigur, at honum dámar sera væl á báðum arbeiðsplássum. Kendi ikki verkstaðið aftur Tá ið Martin í gjár var og hugdi [...] aftur, og endin var, at Martin viltist í nýggju hølunum. Øgiliga stór broyting er í mun til tað gamla verkstaðið, men Martin sigur, at tað sær gott út. Búði 19 ár í Danmark Sum hjá so mongum øðrum seinmentum
tónleikin her í Føroyum. Ið hvussu er eina tíð.? Tað var ikki lygn ? hóast dagurin var 1. apríl í ár ? tá keyboardspælarin Magnus Johannesen blakaði keyboard og sofaborð í konteynaran og í kjalarvørrinum [...] at ganga hendur í favn. Nýggi tónleikabólkurin Taxi er á skránni, nýggj fløguútgáva bíðar fyri framman, og tað sama gera næmingarnir í kvøldskúlanum, har Magnus í vetur fer at undirvísa í klaverspæli. Magnus [...] hvussu er ein fyrimunur. Plúmm aftur saman Júst nú eru tað nógvir bóltar í luftini í Føroyum. Eitt nú spælir Magnus Johannesen við í nýggja bóltinum Taxi saman við Jón McBirnie, Kaj Johannesen og Kim Hansen
fasthalda hvønn tann einasta persón, sum kemur til hansara í onkrum ørindum. Sofus Poulsen hevur í samfull hálvhundrað ár virkað á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen, har hann hevur gingið føroyingum og skotum [...] umboðsstovuni í Aberdeen. Og tey vóru øll av reinum og ærligum hjartað, og júst ímyndin av Sofusi sjálvum. Tey eru fá, sum ikki kenna Sofus Poulsen. Stórur og prúður maður, men so hetta í práti at kunna [...] stóran týdning fyri útviklingin í hesum økinum. Hann takkaði annars Menningarstovuni og fólkunum har fyri tað stóra arbeiði, sum gjørt hevur verið haðani at skapa Føroyum og føroyskum vørum nýggjar marknaðir
umboðað Føroyar í Bretlandi. Við tínum persónligu eginleikum hevur tú givið Føroyum eitt gott umdømi uttanlands fyri eftirtíðina, sum fer at gagna Føroyum í samskiftinum við Bretland í komandi tíðum. Nú [...] »Á hesum sama degi fyri 50 árum síðani ? 28.06. 1948 ? varð Sofus Poulsen settur í starv sum hjálparmaður á umboðsstovuni í Aberdeen. Longu tá sá landsstýrið týdningin av góðum umboði uttanlands ? at víðka [...] uttanlands, heilt natúrligt í Bretlandi, sum næsti granni og fiskivinnumarknaður okkara. Skotskur føroyingur Sum hjálparmaður hjá Odmark Skarðhamar fekk Sofus gott innlit í bretskt vinnulív og tørvin á