Lamhauge avloysti í landsliðsmálinum, og nú ætlar Mattias sær uttanlands at royna, hvussu langt evnini sum málverji fara at røkka. Tí hevur B36 leitað eftir málverja, og nú er tað greitt, at tað verður Bjarti [...] hjá B36 at finna nýggjan málverja, og nú letur tað til, at tann spurningurin er avgreiddur. Undan kappingarbyrjan í 2020 flutti Mattias H. Lamhauge úr HB og yvir til grannarnar í B36. Í HB hevði hann staðið [...] undirskrivað sáttmála, sum fevnir um tvey tey næstu árini. Sambært faroesoccer.com hevur 22 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk vart besta HB málið í 25 landskappingardystum, seks dystum um løgmanssteypið og tveimum
hugtakandi er tað at hoyra tann 78 ára gamla mannin, sum hevur livað eitt langt lív, tulka orðini um týdningin av vinskapi í andróðri og framføra sangin saman við tí yngra manninum. Nú heystið er komið yvir [...] ein av teimum, sum kanska er dottin eitt sindur niðurímillum, er duettin millum Hallur og Bobby Bare. Sangurin kallast Somewhere To Go, og teksturin hevur ein einfaldan boðskap um at hava ein góðan vin at [...] yvir okkum, er tað upplagt at leita sangin Somewhere To Go fram og lurta eftir honum hetta vikuskiftið.
ídag. -Lagið er gott, og tað er hugaligt, tá ið hugburðurin og arbeiðsgleðin ber úrslit við sær, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Víkingur hevur verið meistari tvey tey undanfarnu árini. Nú er avbjóðingin [...] sum framvegis er, at liðið skal vinna pláss í Europa. Um tað skal eydnast, so skal Víkingur vinna fulla úrtøku ídag. Síðsta sunnudag var tað ikki nógv yvir spælinum ímóti Skála, sum var um reppið at vinna [...] ferðirnar í heimligu kappingunum er B36 farið av vøllinum við úrtøku. Umframt í steypafinaluni hevur árstalsfelagið ongan dyst tapt í landskappingini síðani 17. juni. At B36 er flúgvandi bar mikukvøldið við
Kross millum Svínáir og Ljósá er ein gravimaskina í ferð við at leggja rottangaevju út á helluna. Ætlanin er, at hellan skal gerast til grønan haga um eini tvey ár. Túrurin er eitt sindur drúgvur, áðrenn [...] aftur og flutt við lastbili yvir um Sundið og stroydd út eftir helluni norðan fyri Kross. Gravkúgvin slættar tilfarið út eftir helluni, og síðan verður grasfræ sátt í. Økið er avhegnað, og skal verða tað [...] Hetta er ikki nakað, sum nýliga er íkomið, soleiðis at enduvinna tað, fólk kasta av sær. Fyrr hevur tað verið brúkt á tyrvingarplássunum hjá IRF,sigur Ingvard Fjallstein. Men tey eru fækkað so nógv nú, at
desember, um ein sigur skal finnast, og vána gongdin hevur sent annars stolta Newcastle við fúkandi ferð niður gjøgnum stigatalvuna. Sjálvur er venjarin framvegis bjarstkygdur. Nú er tosið tó meira um møguleikarnar [...] hava 40 stig, um tú skalt bjarga sessinum, so fýra sigrar afturat skuldu verið nóg mikið hjá okkum, sigur venjarin við enskar miðlar. Lagnudystirnir Komandi mánaðin fer at vísa, um hald er í útsagnunum [...] hesir, sum gera lagnuna hjá felagnum av. Men tað er púrasta vist, at Newcastle illa er ført fyri at standa móti fíggjarliga bakkastinum, sum tað vildi verið, um felagið dettur eina deild niður. Fleiri av spælarunum
Skjalasavn heldur til, er stórur aktivitetur. Handverkarar eru í gongd við at víðka um goymsluarealið, soleiðis at savnið kann hýsa trýfalt so nógvum tilfari, sum tað ger nú. Hetta er í tøkum tíma, tí tað [...] skrivaði hann dagbók um tað, ið honum fyrifórst og er tað ein sant gullnám hjá honum/henni, ið hevur hug til at fáa eitt lítið innlit í, hvat hendi í gomlum døgum á Tvøroyri. Dagbøkurnar fevna um tíðarskeiðið [...] savnsvørður, fegnast um, at fólk hava tikið so væl ímóti savninum. Tað, at fólk sjálvboðin seta seg í samband við teir og annars eru fús at lata tilfar, síggja teir sum eitt tekin um at fólk virðismeta savnið
verður tosað um agn, hvalagarnar er gott hýsuagn og tú kann nýta tað í nógvar dagar, so seigt er tað, men ringt at avegna. Her er nógv fólk komið saman og skjótt verður atborið. Løgmaður er eisini á fótum [...] eisini, langt síðan nøkur grind hevði langt beinini í Funningsfirði. Og teir stjala so illa har norðuri, har er einki skil á nøkrum. Tað gongur skjótt norðureftir. Landið liggur í summarlýðku, tað er stoytt [...] blívi teknaður, so er sloppið. Nú opnar dalurin Millum Fjarða seg prúður fyri mær og vegurin er tómur. Stúranin var til onga nyttu. Eg síggi tveir bilar á Funningsfjarðavegnum og annar er ein hvítur løgreglubilur
hann fer nú til Íslands at royna seg. Johan Nielsen var venjari í HB í 1996 og helvtina av 1997, tá hann fór frá. Tá B68 sendi sín jugoslaviska venjara til hús, tók Johan Nielsen yvir har. HB er í ár farið [...] Fótbóltskappingin var langt frá av, tá fleiri feløg høvdu sett venjaran, sum skuldi taka sær av liðnum næsta kappingarár. Og nú tríggjar vikur eru síðani seinasta leikumfar, hava øll feløgini, sum spæla [...] Gongdin er broytt munandi seinnu árini. Fyri bara fáum árum síðani var púra vanligt, at feløgini fóru at søkja eftir venjara einaferð eftir ársskiftið. Slíkar lýsingar gerast alsamt færri, og tað eru nú bert
Vit lesa mangar staðir í bíbliuni um dóm. Ja, bíblian er ein bók um dóm og frelsu. At enda kemur tann endaligi dómurin yvir heimin, og hann vil forganga. Eg fari her at taka fimm dømi fram úr Gamla Testamenti [...] ið Gud oyðir samfeløg fyri syndir teirra, vísir tað seg, sum at tað sexuella altíð er farið heilt av lagi, í hvussu so er tað soleiðis í hesum fimm førunum. Framhald. [...] Testamenti, sum líkjast, og felags fyri tey, er at tíðin í dag líkist teimum serliga nógv. Nóaflóð. Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum, sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar
hvítum flisum. Um at gera baðirúm, sigur Linda Laksafoss, at ein skal hugsa langt, áðrenn farið verður undir at taka niður og at byggja upp aftur, tí nógv atlit skulu takast. Og hon nevnir eitt nú rør og el [...] Brúsikabinan og skilaveggurin eru bygt upp við gassbetongi og struktururin er gjørdur við Lip 300, sum er sementbaseraður spartilmassi, sum er sera lættur at fáast við. Síðani varð alt málað við vátrúmsmáling. [...] neutralt og klassiskt, eitt nú at mála veggirnar hvítar. Síðani frískar hon tað upp við onkrum serliga lekrum lutum, sum kunnu skiftast út, sum mótin broytist. Av tí at tað er so torført at fáa handverkarar