Ein goymd perla

(Lurta!) Einfaldur boðskapur um vinskap og andróður

Sangirnir á seinastu útgávuni hjá Hallur Joensen hava verið nógv at hoyrt – í øllum førum fleiri av teimum – og duettin við Bellamy-beiggjarnar, Send Me A Letter Amanda, hevur verið eitt veruligt hitt.

Men á fløguni eru fleiri aðrir frálíkir sangir, og ein av teimum, sum kanska er dottin eitt sindur niðurímillum, er duettin millum Hallur og Bobby Bare. Sangurin kallast Somewhere To Go, og teksturin hevur ein einfaldan boðskap um at hava ein góðan vin at fara til, tá ið ástendur í lívinum.

Jákup Zachariasen gjørdi lagið og setti kósina fyri tekstin, og í Nashville tók Woody Wright ímóti og skrivaði ein góðan og snøggan tekst við kladduni hjá Jákupi. Úrslitið var ein lítil perla, ein fittur og popputur countrysangur, sum Hallur og Bobby liva seg væl inn í. Serliga hugtakandi er tað at hoyra tann 78 ára gamla mannin, sum hevur livað eitt langt lív, tulka orðini um týdningin av vinskapi í andróðri og framføra sangin saman við tí yngra manninum.

Nú heystið er komið yvir okkum, er tað upplagt at leita sangin Somewhere To Go fram og lurta eftir honum hetta vikuskiftið.