Tíggju tær seinastu ferðirnar í heimligu kappingunum er B36 farið av vøllinum við úrtøku. Umframt í steypafinaluni hevur árstalsfelagið ongan dyst tapt í landskappingini síðani 17. juni.
At B36 er flúgvandi bar mikukvøldið við sær, at steypavinnararnir nú eru næstfremst í landskappingini.
Mikukvøldið vóru tað mest sum bara U-21 spælarar, ið vóru á vøllinum. 2-0 sigurin bar eisini við sær, at B36 nú hevur skorað fleiri mál enn nakað annað lið. B36 hevur skorað 50 mál, og meistararnir í HB hava skorað 49 mál.
Mikukvøldið frígingu miðverjarnir Odmar Færø og Andrias H. Eriksen. Odmar Færø verður ikki við í Sarpugerði ídag.
-Lagið er gott, og tað er hugaligt, tá ið hugburðurin og arbeiðsgleðin ber úrslit við sær, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Víkingur hevur verið meistari tvey tey undanfarnu árini. Nú er avbjóðingin at spæla fyri lítla møguleikanum, sum framvegis er, at liðið skal vinna pláss í Europa. Um tað skal eydnast, so skal Víkingur vinna fulla úrtøku ídag.
Síðsta sunnudag var tað ikki nógv yvir spælinum ímóti Skála, sum var um reppið at vinna í Sarpugerði. Í síðstu løtu eydnaðist tað heimaliðnum at skora tvey mál, so úrslitið varð 2-2.
Tað kemur illa við, at liðformaðurin Atli Gregersen er leikbannaður ídag.
Tá ið B36 8. apríl var í Sarpugerði, vann heimaliðið 2-1. Meinhard E. Olsen legði B36 framum, og so var tað, at Adrian Cascaval gjørdi um seg við rimmar frísparksmálum.










