Fimm dømi um hvussu dómur Guds hevur rakt samfeløg

1. partur

Vit lesa mangar staðir í bíbliuni um dóm. Ja, bíblian er ein bók um dóm og frelsu. At enda kemur tann endaligi dómurin yvir heimin, og hann vil forganga.

Eg fari her at taka fimm dømi fram úr Gamla Testamenti, sum líkjast, og felags fyri tey, er at tíðin í dag líkist teimum serliga nógv.

Nóaflóð.

Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum, sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti. Tá segði HARRIN: "Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár." Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini - táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu. Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin. Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum. Og HARRIN segði: "Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!" 1. Mós. 6,1-7.

Harrin dømdi hin forna heimin á døgum Nóa vegna tað gudloysi, sum fór fram, og vit síggja her, at tað sexuella var farið heilt av lagi. Ætlan Guds frá byrjanini, við at maðurin fer frá faðir og móður síni og heldur seg til konu sína, ikki konur sínar, var blivið til fleiri konur, við tað at girndir mansins høvdu tikið valdið. Ætlan Guds at byggja upp heim, sum aftur gjørdist til skipað samfeløg var vrakað, og tilvildin hevði tikið maktina og valdaði.

Tá ið Gud oyðir samfeløg fyri syndir teirra, vísir tað seg, sum at tað sexuella altíð er farið heilt av lagi, í hvussu so er tað soleiðis í hesum fimm førunum.

Framhald.