Ger hetta myrka og ómodernaða baðiverilisi tíðarhóskandi og ljóst. Soleiðis ljóðaði uppgávan til Lindu Laksafoss, sum er dekoratørur og fæst við at innrætta fyri fólk og handlar. Og sigast má, at Linda kom uppá eina deiliga avbjóðandi uppgávu, tá hon støvaði gandastavin av og svingaði hann minst 180 gradir og vit eru samd um, at hon dugir gand...
Linda greiðir frá, at alt tað gamla baðirúmið varð brotið niður og bygt upp aftur. Undir boblubaðið gjørdu tey ein plattform úr armeraðum gassbetongi og keyptu øll baðirúmselementini í Føroyum. Brúsikabinan og skilaveggurin eru bygt upp við gassbetongi og struktururin er gjørdur við Lip 300, sum er sementbaseraður spartilmassi, sum er sera lættur at fáast við. Síðani varð alt málað við vátrúmsmáling.
Linda fekk fríar teymar til at gera baðirúmið og hon sigur, at hon plagar at gera meginpartin av einum rúmið rættiliga neutralt og klassiskt, eitt nú at mála veggirnar hvítar. Síðani frískar hon tað upp við onkrum serliga lekrum lutum, sum kunnu skiftast út, sum mótin broytist.
Av tí at tað er so torført at fáa handverkarar í hesum døgum, var gólvið ikki heilt liðugt, tá myndamaður okkara kom framvið, men vit kunnu upplýsa, at gólvið verður lagt við hvítum flisum.
Um at gera baðirúm, sigur Linda Laksafoss, at ein skal hugsa langt, áðrenn farið verður undir at taka niður og at byggja upp aftur, tí nógv atlit skulu takast. Og hon nevnir eitt nú rør og el og at gólvið skal hella nakað.
Linda sigur, at hendan loysnin hevur verið rættiliga kostnaðarmikil, millum annað tí at fakfólk hava gjørt alt arbeiðið, umframt at boblubaðið avgjørt er í dýrara endanum. Og hon nevnir upphæddina eina upphædd, sum liggur væl omanfyri 100.000 krónur.