at fara til Stokholm, har síðsti dysturin í hesi EM undankappingini verður mánakvøldið. Føroyar og Norra hava spælt fýra landsdystir. Tveir venjingardystir í 1992 og 1993, sum endaðu við norskum sigrum [...] sigrum ávikavíst 2-0 og 7-0, og tveir EM undankappingardystir í ár, sum endaðu 2-0 og 4-0. Við øðrum orðum hava Føroyar ímóti Norra tapt fýra ferðir við samantalda málmunnum 15-0. Norra - Føroyar 4-0 (2-0) [...] Næstsíðsti dysturin í hesi EM undankappingini varð spældur á Ullevaal í Oslo íkvøld. Norra vann 4-0. Tað var 2-0, tá ið sjey minuttir vóru farnir, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór
gerast meistarar í ár. Í kvøld spældi Chelsea týðandi heimadyst móti Southampton. Chelsea megnaði eisini at vinna dystin 4-2, eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Sum heild var Chelsea greitt omaná í dystinum, men [...] Tá felagið fór yvir at spæla við trimum í verjuni, blástu teir nærum øll mótstøðuliðini umkoll, og tá struku teir avstað í oddinum av Premier League. Har hava teir ligið seinastu nógvu mánaðirnar, og [...] men eina løtu í fyrra hálvleiki var líkt til, at Southampton kundi skavað sær eitt óvæntað stig við av útivølli. Tá var støðan 1-1, og ta løtuna var lítil munur á liðunum. Men í seinna hálvleiki dró Chelsea
Eftir 713 dystir í Chelsea troyggjuni gevst 36 ára gamli John Terry nú í barndómsfelagnum, Chelsea. Miðverjin og liðskiparin í felagnum hevur spælt fyri besta liðið hjá Chelsea í 19 ár, men hetta verður [...] miðverjin í Premier League søguni. - Tað hevur verið ein æra, at spæla saman við besta miðverjanum í søguni í Premier League. Faktist, so haldi eg at hann kann mátast við teir bestu í heiminum í øllum t [...] spældu saman í Chelsea frá 2001 til 2014. Somuleiðis hava teir verið liðfelagir á enska landsliðnum. - Hann gekk á odda fyri felagið frá tí hann spældi sín fyrsta dyst. Hann er ein legenda í felagnum, men
undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, sum hevur verið toghaldari á nýggju vegleiðaraútbúgvingini í støddfrøði. Tað var seinnapartin í dag, 20. september, at 30 lærarar fingu prógv, tí tey hava lokið útbúgving [...] Vegleiðaraútbúgvingin í støddfrøði er bæði faklig og námsfrøðilig, og hon er bygd á nýggjastu vitanina innan støddfrøðisliga læring. Tey lesandi hava millum annað ognað sær førleikar í at menna og halda við [...] vegleiðarar í støddfrøði. Talan er um eina diplomútbúgving, sum Mentamálaráðið hevur skipað fyri í samstarvi við danska professiónsútbúgvingarstovnin, UCC. Nýggju vegleiðararnir starvast sum lærarar í skúlum
flutt íløgurnar í høvuðsstaðarøkið nøkur ár fram. Greinin í Norðlýsinum er so av leið, so anti-Havn, so illa undirbygd, at ein kann illtonkja, at løgmaður bara hevur latið formannin í Norðoya Sambandsfelag [...] Býráðslimur í Havn ------- So ófatiliga lítið, løgmaður veit um sín egna høvuðsstað, so skuldi mann trúð, at hann búði onkunstaðni í útjaðaranum. Løgmaður Kaj Leo Johannesen hevði eina sera løgna grein í Norðlýsinum [...] leiðsluna í høvuðsstaðnum, serliga borgarstjóran. Tað løgna var, at løgmaður ikki svaraði einum einasta spurningi, sum borgarstjórin hevði sett honum í eini nýggjárskronikki. Ongum. Tá løgmaður sigur í samrøðuni
Olsen. Spurdur, um samtakið væntar at fáa samanhang í raksturin í 2010, sigur stjórin, at tað vónar hann. - Eg vóni, at vit fáa samanhang í raksturin í ár. Í løtuni er nógv at gera, og vit vóna, at arbeiði [...] skipasmiðjurnar í Havn og á Skála og fyrrverandi FJM í Runavík, segði í síðstu viku fýra fólkum í umsitingini úr starvi. Tey uppsøgdu eru fíggjarleiðari, søluleiðari og tvey skrivstovufólk, harav annað arbeiddi [...] stjóri í MEST, sigur, at samtakið noyðist at tillaga seg broyttu umstøðurnar, nú færri skip eru í føroyska fiskiskipaflotanum, sum aftur merkir minni virksemi hjá samtakinum. Hann sigur, at í hesum førinum
undarligt, um teir í EB/Streymi vóru eitt sindur vónbrotnir, men tað vísa teir seg ikki at vera nú. Og teir í EB/Streymi hava ikki orsøk til annað. Silvur í landskappingini og gull í steypakappingini [...] Svangaskarði. Teir í Sundalagnum hava verið á aldukambinum í so nógvar vikur á rað, at tað er sjáldan sætt áður. Tá ið tað at enda kiksaði, og tað varð greitt, at gullið var á veg í B36 húsið, so var tað [...] Í gjárkvøldið vóru síðstu venjingarnar í hesum kappingarárinum. Tað restar bara 27. og síðsta umfar, sum er á skránni seinnapartin í morgin. EB/Streymur fer at fáa silvurkrónurnar handaðar á Svangaskarði
undarligt, um teir í EB/Streymi vóru eitt sindur vónbrotnir, men tað vísa teir seg ikki at vera nú. Og teir í EB/Streymi hava ikki orsøk til annað. Silvur í landskappingini og gull í steypakappingini er ikki [...] í Sundalagnum hava verið á aldukambinum í so nógvar vikur á rað, at tað er sjáldan sætt áður. Tá ið tað at enda kiksaði, og tað varð greitt, at gullið var á veg í B36 húsið, so var tað ikki so undarligt [...] síðani møguleikan at vinna FM, og nú er tað greitt, at felagsliðið í dag fer at taka ímóti bronsukrónunum í Klaksvík. Endastøðan ber pláss í europeisku kappingini við sær. Málið hjá KÍ var undan kappingarbyrjan
vit enn eina stigmatisering í okkara samfelag í mun til fólk við sálarsjúku. Her vilja vit í Sinnisbata arbeiða fyri einari avstigmatisering. Í frágreiðingini “Stigma og psykiske lidelser – som det opleves [...] psykiske lidelser og borgere í Danmark”, ið var gjørd í okt. 2010, sum millum annað DSI (Danske Sundhedsinstitut) var partur av, verður mælt til, at ein innsatsur verður gjørdur í mun til arbeiði og útbúgving [...] eisini fáa møguleikar her í samfelagnum. Tey skulu fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, koma út og hava samband við onnur. Tað er eitt stað í skal stimbra til at sálarsjúk koma út í arbeiði ella taka eina
hevur hon vant skoyturenning í níggju ár. Og so telist hon millum evnaríkastu skoyturennarar í Danska ríkinum. Men eitt er at hava evnir, eitt heilt annað er at náa heilt fram í oddin á einari ítróttagrein [...] skúli, sum Emma Andersen gongur í. Hetta er ein serligur elituskúli í Esbjerg, har skoyting beinleiðis stendur á skúlaskemaðinum. So tá næmingar í vanligu fólkaskúlunum hava hondarbeiði og smíð, havi skoyting [...] sum var til staðar í sambandi við, at skoytubreytin var tikin alment í nýtslu. Og hon skuffaði sanniliiga ikki. Tí meðan mannamúgvan stóð væl bjálvað í tjúkkum kotum, skoytaði Emma í tunnari drakt og vísti