Chelsea dregur frá í oddinum

Tað skal ganga illa hjá bláa London felagnum, um teir skulu lorka meistaraheitið burtur í Premier League

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Chelsea og italska venjaranum, Antonio Conte, hetta kappingarárið. Eftir eitt heldur trilvandi kappingarár í fjør, sum endaði við einari uppsøgn til José Mourinho, hevur Chelsea av álvara funnið stevið aftur hetta kappingarárið.

 

Tað byrjaði annars eitt sindur trilvandi hjá Antonio Conte, tí fyrstu dystirnir hilnaðust einki serligt.

 

Men síðani bragdaði brádliga. Tá felagið fór yvir at spæla við trimum í verjuni, blástu teir nærum øll mótstøðuliðini umkoll, og tá struku teir avstað í oddinum av Premier League.

 

Har hava teir ligið seinastu nógvu mánaðirnar, og tað er lítið sannlíkt at nakað felag megnar at steðga bláa London liðnum hetta kappingarárið.

 

Hóast Tottenham seinastu vikurnar hevur hála nógv inná Chelsea, skal tað ganga óvanliga illa hjá Chelsea, um teir ikki skulu gerast meistarar í ár.

 

Í kvøld spældi Chelsea týðandi heimadyst móti Southampton. Chelsea megnaði eisini at vinna dystin 4-2, eftir hálvleiksstøðuna 2-1.

 

Sum heild var Chelsea greitt omaná í dystinum, men eina løtu í fyrra hálvleiki var líkt til, at Southampton kundi skavað sær eitt óvæntað stig við av útivølli. Tá var støðan 1-1, og ta løtuna var lítil munur á liðunum.

 

Men í seinna hálvleiki dró Chelsea frá. Teir skoraðu bæði til 3-1 og 4-1, áðrenn Southampton minkaði um munin til 4-2. Stóri spælarin hjá Chelsea í kvøld var áleyparin, Diego Costa, sum skoraði tvey av teimum fýra málunum. Hini bæði málini skutu Eden Hazard og verjuleikarin, Gary Cahill. Merkisvert var, at tveir fyrrverandi Chelsea leikarar skutu málini fyri Southampton. Tað vóru teir báðir, miðvallarin, Oriol Romeu, og verjuleikarin, Ryan Bertrand.

 

Við sigrinum er munurin millum Chelsea á fyrsta plássinum og Tottenham á øðrum plássinum nú sjey stig. Chelsea hevur tó spælt ein dyst fleiri enn Tottenham, sum í annaðkvøld skal spæla grannauppgerð móti Crystal Palace á útivølli. Talan verður um truplan útidyst hjá Tottenham, tí Crystal Palace hevur seinastu vikurnar koyrt væl, har teir millum annað hava vunnið á útivølli móti júst Chelsea, umframt at teir sunnudagin vunnu úti móti Liverpool.

 

Chelsea – Crystal Palace 4-2 (2-1)

1-0 Eden Hazard, 5.

1-1 Oriol Romeu, 24.

2-1 Gary Cahill, 45.

3-1 Diego Costa, 53.

4-1 Diego Costa, 89.

4-2 Ryan Bertrand, 90.