Føroyar í andaleypi á Ullevaal

Heimaliðið vann 4-0 í Oslo, har Føroyar ikki megnaðu at spæla seg til nakran málmøguleika

Næstsíðsti dysturin í hesi EM undankappingini varð spældur á Ullevaal í Oslo íkvøld. Norra vann 4-0. Tað var 2-0, tá ið sjey minuttir vóru farnir, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Hini bæði málini skoraðu norðmenninir, tá ið ein stórur tími var farin.

Føroyska liðið megnaði ongantíð at fáa fatur á spælinum, og tað eydnaðist bara einaferð at royna ímóti norska málinum. Gilli Rólantsson Sørensen royndi seg av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru, og málverjin bjargaði lættliga.

Hetta var miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið tað eisini eydnaðist at vinna hornaspark, sum var illa avgreitt. Fram ímóti dystarenda eydnaðist tað aftur at vinna horna í høgru, men tá spurdist tað heldur einki burturúr.

Tað mesta gekk fyri seg í og kring føroyska brotsteigin. Gunnar Nielsen bjargaði onkuntíð sannførandi, og verjuspælararnir royndu at sparka og stúta burtur.

Men sum heild var talan um alt annað enn gott føroyskt avrik. Tað sást einki til orku, hugburðurin sá ikki út til at vera góður, og tá ið tað onkra ferðina eydnaðist at vinna bóltin, so vóru mistøkini í avspælinum nógv.

Brandur Hendriksson Olsen royndi at krúlla og sneiða og snara fyri at vinna pláss, men tað eydnaðist alt ov sjáldan at finna viðspælarar. Hugflogið var lítið og renningarnar fáar.

Føroyska ferðalagið riggar nú til at fara til Stokholm, har síðsti dysturin í hesi EM undankappingini verður mánakvøldið.

Føroyar og Norra hava spælt fýra landsdystir. Tveir venjingardystir í 1992 og 1993, sum endaðu við norskum sigrum ávikavíst 2-0 og 7-0, og tveir EM undankappingardystir í ár, sum endaðu 2-0 og 4-0.

Við øðrum orðum hava Føroyar ímóti Norra tapt fýra ferðir við samantalda málmunnum 15-0.

 

Norra - Føroyar 4-0 (2-0)

1-0: Tore Reginussen

2-0: Ivar Fossum

3-0:  Alexander Sørloth

4-0: Alexander Sørloth

Norra: Rune Jarstein – Omar Elbadellaoui, Kristoffer Ajer, Tore Reginussen, Haitam Aleesami – Iver Fossum, Sander Berge, Markus Henriksen, Ole Selnæs – Alexander Sørloth, Joshua King 

Føroyar: Gunnar Nielsen - Odmar Færø, Atli Gregersen, Heini Vatnsdal - Gilli Rólantsson Sørensen, Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, Ári Mohr Jónsson - Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson, Jóannes Bjartalíð