Í gjárkvøldið vóru síðstu venjingarnar í hesum kappingarárinum. Tað restar bara 27. og síðsta umfar, sum er á skránni seinnapartin í morgin.
EB/Streymur fer at fáa silvurkrónurnar handaðar á Svangaskarði. Teir í Sundalagnum hava verið á aldukambinum í so nógvar vikur á rað, at tað er sjáldan sætt áður. Tá ið tað at enda kiksaði, og tað varð greitt, at gullið var á veg í B36 húsið, so var tað ikki so undarligt, um teir í EB/Streymi vóru eitt sindur vónbrotnir, men tað vísa teir seg ikki at vera nú.
Og teir í EB/Streymi hava ikki orsøk til annað. Silvur í landskappingini og gull í steypakappingini er ikki so galið!
1-0 sigurin í Sørvági bar við sær, at B68 hevur tryggjað sær plássið í deildini.
Tá ið tað er greitt, hvør endastøðan verður hjá báðum pørtum, so er tað borðreitt til álopsfótbólt fyri allar pengarnar.
Tað er fyri langari tíð síðani greitt, at Bill Jacobsen nú gevst sum venjari á Toftum, og tað hevur eisini ljóðað fyri vist, at hetta eisini verður síðsti dysturin hjá Heðini Askham við róðrið í Sundalagnum.
Felags fyri Heðin og Bill er, at teir eru venjarar hjá U-21 landsliðnum, og at teir standa fyri at fara á enn eina undankappingarferð í heyst.
Bronsan í Klaksvík
Leirvíkingar og gøtumenn mistu fyri trimum vikum síðani møguleikan at vinna FM, og nú er tað greitt, at felagsliðið í morgin skak til Klaksvíkar at taka ímóti bronsukrónunum. Endastøðan ber pláss í europeisku kappingini við sær.
Málið hjá KÍ var undan kappingarbyrjan at sleppa undan vandanum av niðurflyting. Tann vandin er fyri vikum síðani horvin. KÍ endar á fimta plássi, og harvið kunnu klaksvíkingar gleða seg til, at tað næsta ár verða fjúrtan landskappingardystir á heimavølli og trettan á útivølli.
Tað kennist sum um, at rættuligt lív er við at koma í aftur Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Bæði 07 Vestur, sum skal spæla ímóti ÍF, og B71, sum skal spæla ímóti NSÍ, biðja bestu deildini farvæl, og í báðum plássum verður undirstrikað, at ætlanin er, at steðgurin millum teir næstbestu ikki skal verða so langur.